MC-gudstænastan, sum eftir ætlan skuldi verða í Mariukirkjuni leygardagin 17. apríl, er úsett til næsta leygardag.
Eftir ætlan skuldi árliga MC-gudstænastan, sum motorsúkkluklubburin Cross-Bikers MC Føroyar skipar fyri í ymiskum kirkjum og samkomuhúsum, verða í Mariukirkjuni í Havn leygardagin 17. apríl. Men av at eingin flogferðsla er í løtuni, er gudstænastan útsett til næsta leygardag, skrivar heimasíðan hjá Cross-Bikers MC Føroyar.