MC Hár slapp gjøgnum nálareyga

Limirnir í MC Hár vóru sannførdir um, at tað vóru teir og Crumb, sum fóru at stríðast um annaðplássið í Prix

Føroyum í Miðvági

Nógv vóru av teirri fatan, at kappingin um at teir bólkarnir, sum fóru at stríðast um at sleppa víðari frá Prix

Føroyar undanumfarinum í Miðvági leygarkvøldið, vóru serliga MC Hár, Crumb, og eisini helt onkur, at

Bimbs hevði ein góðan møguleika.


Ljóðroyndin vísti vinnaran

Tveir av limunum í MC Hár, trummusláarin Petur Dalsgaard og gittarleikarin Niels Arge Galan, søgdu, eftir at

avgerðin var fallin leygarkvøldið, og MC Hár var sloppið í finaluna, at teir vóru allatíðina sannførdir um, at

teir noyddust at stríðast um annaðplássið.

Niels sigur við Yngd, at teir undir ljóðroyndunum tíðliga um dagin gjørdust sannførdir um, at Clickhaze fór at

vinna kappingina, tí tey vóru í serflokki. Hjá MC Hár galt bara um at ogna sær annaðplássið, so teir sluppu í

finaluna. Sjálvir roknaðu teir við, at tað vóru teir og serliga Crumb, sum fóru at berjast um hetta seinasta

plássið.

Tá ið so avgerðin kom, og frásøgumaðurin, Leif Láadal, á pallinum kunngjørdi, at MC Hár var sloppið í

finaluna, hoyrdust bara nøkur ýl av ovfarakæti, sum limirnir í MC Hár komu við. Teir komu upp á pallin og

spældu eitt eykalag, og teir báðir rappararnir, Allan Mortensen og Niels Uni Dam, gjørdu ikki mætari enn at

lata seg úr so at siga øllum klæðunum, tó ikki tí allarseinasta plagginum.


Eitt positivt yvirraskilsi

Limirnir í MC Hár høvdu ikki so góðan hug til at tosa um seg sjálvar. Ístaðin høvdu teir betur hug til at tosa

um vinnandi bólkin, CLickhaze, sum teir søgdu, var eitt deiligt positivt tónleikayvirraskilsi, ið man alt ov

sjálvdan fær í Føroyum.

Niels Uni Dam sigur, at Clickhaze er besti føroyski tónleikabólkurin, ið hann nakrantíð hevur hoyrt. Víðari

sigur Niels Uni, at bólkurin helst verður eitt tað besta boðið upp á ein føroyskan tónleikabólk, ið kann sláa sítt

navn fast uttanlanda.


Tónleikastílurin skiftir

Tað er ein nógvar ábendingar um, at tónleikstílurin í Føroyum er við at skifta, sigur Niels Uni Dam.

Hann heldur, at føroyingar sum heild eru við at fara frá tí gamla 80'ara tónleikinum og yvir til tann meiri

rokkuta 90'ara tónleikin, og tað er so sanniliga upp á tíðina, leggur Niels Uni Dam aftrat.

Niels Arge Galan heldur eisini, at tað er meiri rættvíst við dømingini í Prix Føroyar nú, tí at áhoyrararnir ikki

eru við til at døma. Ikki tí at teir hildu seg verða illa móttiknar í Miðvági, heldur tvørturímóti. Niels Uni Dam

segði, at áhoyrarafjøldin í Bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið var besta áhoyrarafjøld, sum MC Hár

nakrantíð hevði spælt fyri. Trupulleikin, við at áhoyrarar døma, er, at tá fáa teir lokalu bólkarnir altíð nógv

flest atkvøður, sum aðrir bólkar ikki fáa.


Finalan verður eitt brak

Tað er eingin ivi um, at MC Hár gleðir seg til finaluna um Prix Føroyar í Norðurlandahúsinum, og teir siga

eisini, at tey, sum verða í Norðurlandahúsinum tað kvøldið, kunnu vænta sær okkurt heilt serligt frá

bólkinum, sum jú er kendur fyri sína upptraðkan, ið sum oftast fer út um tey mørk, sum vanligi føroyingurin

hevur, men hvat ger tað?