MC-treff á Bileftirlitinum

Fríggjadagin 25. juni verður eitt sokallað MC-treff á Bileftirlitinum í Havn, har tær luttakandi motorsúkklurnar verða sýnaðar, meðan eigararnir kunnu fáa sær ein kaffimunn og eitt prát saman við øðrum motorsúkklueigarum

Seinastu árini er talið av innfluttum motorsúkklum til Føroya økt munandi.
Tí fer Bileftirlitið nú at skipa fyri regluligum sýni av hesum akfarabólki.

Ætlanin er at royna við einum heldur ørvísi tiltaki fríggjadagin 25. juni. Tiltakið verður á Bileftirlitinum í Tórshavn, millum kl. 12.30 og 18.00.

Talan er um eitt sonevnt MC-treff, har allir motorsúkklueigarar eru vælkomnir.
Tær luttakandi súkklurnar verða síðan kannaðar av sýnsmanningini á Bileftirlitinum, meðan eigararnir kunnu fáa sær ein kaffimunn og eitt prát saman við hinum motorsúkklueigarunum.

Á henda hátt skuldi verið gjørligt hjá okkum at fingið sýnað eitt stórt tal av súkklum eftir einum degi, samstundis sum eigararnir kunnu fáa ein stuttligan dag burtur úr tiltakinum.

Tær motorsúkklur ið ikki koma við til tiltakið verða innkallaðar til sýn seinni.