McClaren til arbeiðis

Í kvøld spælir Ongland fyrsta landsdystin, eftir at Steve McLaren var settur í starvið sum landsliðsvenjari. Talan er um ein venjingardyst ímóti Grikkalandi, sum verður spældur á Old Trafford í Manchester.
- Vit mugu líta afturá og læra av okkara mistøkum. Tað er avgerandi fyri okkum, sigur Steve McLaren undan dystinum og sipar til hálvvánaliga enska avrikið undir HM í Týsklandi í summar.