Formula 1: Lewis Hamilton og Jenson Button byrja á ávíkavist fyrsta og øðrum plássi, tá fyrsta Formula 1 kappkoyringin í ár fer av bakkastokki í nátt. Verandi meistarin, Sebastian Vettel, byrjar á sætta plássi, aftanfyri Michael Schumacher, ið byrjar á fjórða plássi.
Fyrsta Formula 1 kappkoyringin í hesum árinum verður í Melburne í Avstralia í nátt. Hetta er fyrsta kappingin av teimum tjúgu, ið skulu avgera hvør er skjótastur í heiminum. Sebastian Vettel vann greitt samlaðu kappingina í fjør, men hevur fingið eina misjavna byrjar upp á hetta kappingarárið.
Hinvegin tykist McLaren-Mercedes hava fingið eina góða byrjan. Lewis Hamilton var skjótastur kring teir 5,3 kilometarnar við tíðini 1:24.922, meðan liðfelagin og landsmaðurin, Jenson Button kom á mál við tíðini 1:25.074.
Eitt av kendastu nøvninum í Formula 1 søguni, Michael Schumacher gjørdi í fjør come-back, men uttan at bjóða av í oddinum. Í ár hevur hann fingið eina góða byrjan í tíðarkoyringini og kom á mál sum nummar fýra við tíðini 1:25.336.
Úrslitini frá tíðarkoyringini kunnu síggjast HER
Meira fæst at vita um koyribreytina í Melbourne HER