Klokkan nærkast átta. Tað er leygarkvøld, og eg eri á veg út gjøgnum dyrnar til uppgongd mína á Ravnsborggade á Nørrebro. Í tí eg traðki út, fer ein løgreglubilur ýlandi framvið mær við øgiligari. Eygu míni fylgja bilinum, ið hevur kós ímóti Nørrebrogade, har ein annar løgreglubilur drønar framvið.
...
Fáar hundrað metrar frá mínum bústaði er ein landsbróður mín staddur. Seinastu løtuna hevur hann leitað eftir einum parkeringsplássi, tí hann og ein vinmaður hansara skulu til eitt tónleikatiltak á Nørrebro.
Føroyingurin talan er um, er 32 ára gamli Jens Petur Weihe úr Sørvági. Hvørki hann ella vinmaðurin koma tó til tónleikatiltaki á Stengade á Nørrebro. Jens Petur Weihe og vinmaðurin verða í bilinum álopnir av nøkrum innflytarum. Hesir súkla út fyri bilin, og skjóta síðani eftir bilinum, tá Jens Petur og vinmaður hansara royna at flýggja.
Jens Petur verður raktur í ryggin – eina løtu er hann í lívsvanda.
...
– Í morgun er hann so fluttur frá intensivudeild. Tað gongur framá hjá honum, men hann er framvegis innlagdur, upplýsti Linda Weihe fyri Sosialinum í gjárkvøldið. Hon er systurdóttir Jens Petur Weihe, og vegna familjuna úttalar hon seg um málið til fjølmiðlarnar.
...
Leygarkvøldið visti eg ikki, at teir báðir løgreglubilarnir, sum fóru ýlandi framvið mær, vóru á veg til hornið á Korsgade og Griffenfeldsgade, har Jens Petur Weihe var særdur av skotum.
Eg visti, at okkurt var áfatt. Eg visti, at tað møguliga var talan um eina skotilburð. Men á Nørrebro eru ýlandi løgreglubilar og skotuppgerðir so at siga gerandiskostur. Leygarkvøldið var 13. ferðin, at skotið varð í Keypmannahavn í ár. Sunnukvøldið var skotið fyri 14. ferð. Í fjør var talan um 61 skottilburðir í danska høvuðsstaðnum.
Tí gjørdi eg mær ikki stórvegis tankar um løgreglubilarnar leygarkvøldið. Líkasælur eygleiddi eg teir fara ýlandi framvið mær. Ýlandi á veg at hjálpa einum skotnum føroyingi, ið mundi latið lív.
Jens Petur Weihe slapp ikki á konsertina, men hann slapp við lívinum – lukkutíð...
Bandakríggið byrjar
19 ára gamli Osman Nuri Dogan slapp hinvegin ikki við lívinum, tá hann varð skotin í Tingbjerg tann 14. august í fjør. Hetta var 18. ferðin, at skotið var í Keypmannahavn í 2008, men ikki færri enn 43 skottilburðir komu aftrat í danska høvuðsstaðnum í fjør.
Eftir drápið av Osman Nuri Dogan var ein limur í stuðulsbólkinum hjá Hells Angels, AK81, handtikin, men hesin varð seinni leyslatin aftur.
Heldur rokkarakríggj enn bandakríggj
Líka síðani hevur tó verið ró fram upp undir, at talan er um eitt sokallað bandakríggj, har innflytarabandar og rokkarabólkurin Hells Angels stríðast, fyrst og fremst um rúsevnismarknaðin.
Forsetin í Hells Angels, Jørn “Jønke” Nielsen, hevur ferð eftir ferð avvíst, at teir eru partur av nøkrum bandakríggi. Men nú vit skriva 4. mars og fýra fólk eru dripin av skotum í Keypmannahavn í ár, eru tað fá, ið ivast.
Tað gera teir í Hells Angels heldur ikki sjálvir longur. Hósdagin boðaðu teir umvegis heimasíðu sína frá, at teir kenna seg noyddar upp í stríðið. Sambært Hells Angels hava innflytararbandarnir skapt nóg mikið av trupulleikum seinastu tíðina, og tað er hetta, sum skal hava ein enda.
– Hells Angels vil ikki finna seg í at verða vanvirdir. Sjálvandi verja vit okkum sjálvar og okkara kæru, tað hava vit altíð gjørt, segði Jørn “Jønke” Nielsen við danska blaðið Ekstra Bladet í farnu viku.
Greiða talan um, at her er altso talan um eitt veruligt stríð millum tveir bandar, hevur fingið fólk at samanbera núverandi bandakríggið, við sonevnda rokkarakríggi, ið stóð á frá 1996 til 1997. Eitt kríggj, har fimm fólk lótu lív og 40 drápsroyndir vórðu framdar. Eitt kríggj, ið vekir ræðandi minnir hjá mongum.
Hóast tað hevur Berlingske Tidende ført fram, at rokkarakríggið var at fyritrekkja framum dagsins bandakríggj, tí undir rokkarakrígnum vistu øll hvør fíggindin var.
– Í dag hava stríðandi partarnir ikki einans trupulleikar við at raka tað, teir skjóta eftir. Teir vita heldur ikki við vissu, hvørjum tað er, teir skjóta eftir, skrivaði Berlingske Tidende herfyri, og sipaði til tey mongu sakleysu, sum eru særd ella dripin av skotum frá stríðandi pørtunum. Teirra millum Jens Petur Weihe.
Eisini danska løgreglan viðgongur, at dagsins bandakríggj er ógvuliga álvarsamt, verður samanborið við rokkarakríggið.
– Síggja vit tað soleiðis, so hava vit í roynd og veru eina støðu, sum er tríggja ella fýra ferðir so ring sum tann, vit upplivdu undir rokkarakrígnum, segði Per Larsen, chefpolitiinspektør fyri løgregluna í Keypmannahavn, við Berlingske Tidende mánadagin.
Eingin vil taka ábyrgdina
At støðan er trupul kemst ikki minst av, at eingin myndugleiki tykist vilja taka ábyrgdina fyri óhugnaligu støðuni í Keypmannahavn.
Danska stjórnin vil vera við, at býráðið í Keypmannahavn eigur trupulleikan. Hetta vil Ritt Bjerregård, yvirborgarstjóri, ikki hava sitandi á sær. Eftir hennara tykki er tað løgreglan, ið ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar.
Hesum vil Hanne Bech Hansen, løgreglustjóri í Keypmannahavn, ikki finna seg í. Sambært henni er tað vantandi integratión, ið er orsøkin til ógvusliga stríðið í løtuni, og harvið sendir hon apuna aftur til politiska myndugleikan.
Atfinningarnar av landsins leiðslu hava fingið donsku politikararnar at rakna við. Í gjár legði Venstre fram seks ymisk punkt, sum skal fyribyrgja mongu skottilburðunum í Keypmannahavn.
Millum annað skjýtur Venstre upp, at revsingin fyri at hava skotvápn verður herd til eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing. Eisini skulu innflytarar vísast úr landinum, um hesir bera vápn.
Bæði flokkar úr samgongu og andstøðu, eru eftir øllum at døma fyri hesum uppskoti.
Rasukríggj
Meðan politikkarar og løgregla hvør í sínum viðgera støðuna, eru aðrir partar farnir at gera vart við seg. Hesir vísa millum annað á, at bandakríggi ikki bara er eitt stríð ímillum rokkarar og innflytarabólkar.
Hetta stríð er við at menna seg til eitt stríð millum hvítu rokkararnar og littu, etnisku innflytararnar, vilja fleiri sosialarbeiðsfólk vera við, sambært danska blaðnum Politiken.
– Hetta er við at gerast eitt stríð millum “vit ímóti teimum”. Tað er ógvuliga ørkymlandi, segði integratiónsráðgevin og fólkatingslimurin Manu Sareen við Politiken í gjár.
Hesin ótti verður undirbygdur av áðurnevndu útsagnum hjá Jørn “Jønke” Nielsen, umframt at danskir miðlar eisini vísa til kjakið á heimasíðuni hjá Hells Angels, har tónin er rættiliga ráur.
Rokkararnir fáa heilsanir frá fólkum, ið rópa seg vanligir danir, og millum annað ynskja rokkarunum góða eydnu í stríðnum móti hesum yvirgangsmonnunum.
Taka ein dag í senn
Veruleikin er eisini ógvuliga ráur. Tað má Jens Petur Weihe ásanna. Sambært systurdóttir sínari minnist hann alt tað, sum hendi á horninum millum Korsgade og Griffenfeldsgade leygarkvøldið.
Jens Petur Weihe hevur eisini tosað við løgregluna, um tað, ið fór fram. Nú hann er sloppin av intensivu deild skal hann aftur tosa við løgregluna. Í gjárkvøldið var ógreitt nær hetta verður, tí enn situr skelkurin so mikið fast í Jens Peturi Weihe.
– So í løtuni taka vit bara ein dag í senn, segði Linda Weihe, systurdóttir Jens Petur Weihe, í gjárkvøldið.
Á Nørrebro taka íbúgvarnir eisini bara ein dag í senn. Hetta eru eisini skilabestu ráðini, verður sagt, tí eingin veit hvat hvør dagur hevur at bjóða.
Í gjármorgunin varð maturin til tey gomlu á Nørrebro borin út við politieskort, tí tey, ið vanliga bera matin út, hava verið hótt av innflytarabandum.
Í gjárkvøldið valdu fleiri mentanarstøð at steingja, tí tey ikki vildu bjóða starvsfólkunum at arbeiða um kvøldið, tá støðan er sum hon er.
Í dag hittast Hanne Bech Hansen, løgreglustjóri, og Brian Mikkelsen, løgmálaráðharri, har tey skulu tingast um trupulleikarnar. Men hvat morgindagurin hevur við sær, veit eingin. Heldur ikki Hanne Bech Hansen ella Brian Mikkelsen.
Myndatekstur:
Soleiðis sá tað út á staðnum, stutt eftir at Jens Petur Weihe var skotin leygarkvøldið á horninum millum Korsgade og Griffenfeldsgade á Nørrebro í Keypmannahavn
Mynd: Polfoto
--
Fakta:
Skottilburðir higartil í 2009: 14
Skottilburðir í 2008: 61
Skottilburðir í 2007: 22
--
Keldur:
DR
TV2
Politiken
Berlingske Tidende
Ekstra Bladet
www.hells-angels.dk