Medisinstuldur umborð á skipi

Í farnu viku var brotið inn eftir medisini umborð á Smaragd

Síðst í farnu viku fekk løgreglan í Runavík boð um at onkur hevði brotið inn eftir medisini umborð á Smaragd, sum lá við bryggju í Runavík.

Løgreglan er í løtuni ikki greið hvørjir ótangarnir vóru ella hvussu nógv teir hava tikið.