Megd bjóðar politisku skipanini til samstarv

Nú valið er útskrivað at vera 26. mars 2026 vilja vit á brekøkinum nýta høvið at takka sitandi samgongu fyri teir batar, ið eru framdir í hesum valskeiðnum.

Vit vilja somuleiðis gera vart við, at nógvar avbjóðingar liggja fyri framman, og vil MEGD bjóða seg fram at samstarva, so at hesar avbjóðingar koma uppá pláss.

Hugtakið brek fevnir um menniskju, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og sansalig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar í samfelagnum kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur. 

Sum allýsingin vísir, eru tað ikki fólk, ið bera brek, ið eru ein forðing, men alt tað, ið er rundanum persónin. Um rímiligar tillagingar verða gjørdar, fáa fólk, ið bera brek størri møguleika at liva, taka útbúgving og virka javnbjóðis við onnur.

Brekrættindanevndin hjá ST vísti á bæði í 2024 og í 2014, at tað er neyðugt at gera eina ella fleiri langtíðar brekpolitiskar ætlanir – ella vælferðarætlanir, ið áseta ítøkilig mál fyri vælferðarsamfelagið. Nú meir enn eitt ár er farið síðan seinastu niðurstøðurnar, er enn ongin ætlan gjørd.

Fyri brekøkið er neyðugt, at langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir verða gjørdar, ið fevna um øll rættindi og økir í brekrættindasáttmálanum, soleiðis at fólk, ið bera brek ikki eru fyri mismuni ella verða útihýst

Virkisætlanirnar skulu áseta neyv endamál, ítøkilig mál, sum kunnu mátast, við nøktandi fíggjarætlan og ávísarum (indikatorum), sum verða nýttir til at eftirmeta framstig í íverksetanini av virkisætlanunum. Harumframt verður mælt til, at vitanin um breksáttmálan verður breidd út bæði hjá landi og kommunum.

Ein av avleiðingunum um ikki mann hevur brekpolitiskar virkisætlanir eru, at sparingar verða gjørdar, ið raka brekøkið sera meint.

Vit vilja sleppa undan, at tað, ið hendi í samband við fíggjarlógararbeiði fyri 2026 hendir aftur.  Har mann gjørdi av, at flyta umlættingina frá Frítíðarheiminum í Havn til Virknis- og umlættingardepilin á Sandi og samstundis flyta part av virkseminum av deplinum á Sandi til Skálagarð í Klaksvík uttan kunning ella hoyring.

Tað gleðiliga fyri okkum er, at vit nú hava fingið eina rødd afturat og at brekumboðið staðfestið, at hendan avgerðin ikki var nøktandi skipa, eitt nú við hoyringum og greiningum.

Grein 4 stk.3. í Brekrættindasáttmálanum, ásetur, at limalondini skulu leita sær ráð hjá fólki, ið bera brek, tá tað ræður um viðurskifti hjá teimum.

Nú vit síggja, at nýskipanarnevndin bíðar eftir nýggju samgonguni, rokna vit við at mann ætlar at virða almennu skyldurnar sambært grein 4 í brekrættindasáttmálanum og taka MEGD og limafeløgini við uppá ráð, ímeðan mann orðar ætlaðar nýskipanir, um tær koma ella møguliga kunnu koma, at raka rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Á hendan hátt kunnu vit bæði avmarkað óneyðug og órímilig afturstig og vónandi tryggja menning í vælferðarskipanum.

”Einki um okkum uttan um okkum” er ikki bara eitt slagorð, men merkir í veruleikanum, at tá avgerðir verða tiknar, skulu hesar takast saman við okkum.

 

Tórshavn 27. februar 2026

 

Ása Olsen, forkvinna