Meginparturin línufiskur

Nógv tað mesta av teimum 90 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var frá trimum línuskipum, og eins og í síðstu viku høvdu tey væl av blálongu. Í dag seldi marknaðurin 33 tons av blálongu, og fór hon fyri 8,46 krónur fyri kilo.

Góð 30 tons vóru av toski, men prísirnir vóru lágir. Tann størsti toskurin fór fyri 16,50 krónur í meðal, toskur II fyri 15,61 krónur, og meðalprísurin á toski III var 14,88 krónur. Nakað var av hýsu. Hýsa II fór fyri 11,63 krónur og hýsa III fyri 12,09 krónur.

Umleið seks tons vóru av upsa, og upsi II fór fyri 10,09 krónur. Fýra tons av svartkalva fingu meðalprísin 24,40 krónur.

Tey knappliga 90 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, vórðu seld fyri knappliga 1,1 millión krónur.