Danmark var enn einaferð sigursharri í A-landsdysti ímóti Ìslandi í dag. Danmark og Ísland spældu venjingardyst í Herning, sum endaði við 2-1 sigri til Danmark.
Talan var um fyrsta landsdystin hjá tí nýggja landsliðsvenjaranum hjá Danmark, norska Åge Hareide, sum sostatt fekk eina góða byrjan, sum danskur landsliðsvenjari.
Nicolai Jørgensen syrgdi fyri tveimum málum innanfyri fýra minuttir, at Danmark kom uppá 2-0. Tað fyrra málið kom í 50. minutti, og tað seinna í 54. minutti.
Heilt ímóti dystarenda skoraði Arnór Ingvi Traustason fyri Ìsland til endaliga úrslitið 2-1.
Talan var 23. A-landsdystin millum Danmark og Ìsland, og enn hava íslendingar ikki sigrað ímóti Danmark í einum A-landsdysti. Tað gongur í heila tikið illa hjá íslendingum at spæla venjingardystir á útivølli. Seinast íslendingar vunnu ein venjingardyst á útivølli var 14. november í 2012, tá teir vunnu 2-0 á Andorra.