Megnar Russland ikki at verja seg sjálvt?

– At tríggir russiskir hermenn eru deyðir av leivdum av einari dronu, ljóðar ógvuliga lítið sannlíkt, sigur norskur professari.

 

- Hetta er ein máti hjá ukrainum av vísa, at tað ber til at røkka málum langt inn í Russlandi, sigur professarin.

- Tað, sum hendi í nátt, er nærmast eitt kopi av tí, sum hendi hin 5. desember. Hetta er triðju ferð í tríggjar vikur, at eitt ukrainskt dronu-álop kostar russisk mannalív á Engels-hernaðarstøðini, nærindis býnum, Saratov í Russlandi.

 

Norski professarin, Svein Holtsmark, sum starvast við Institutt for Forsvarsstudier, sigur við norska TV2, at dronu-álopini senda russisku myndugleikunum eitt týðiligt tekin um, at teir ikki skulu kenna seg heilt tryggar.

 

Hann vísir á, at Engels-hernaðarstøðin liggur fleiri hundrað kilometrar inni í Russlandi. 

 

Júst, sum í álopinum hin 5. desember sigur russiska verjumálaráðið seg hava skotið dronurnar niður, og at skaðarnir stóðust av vrakleivdum, tá hesar duttu niður og raktu tríggjar hermenn, sum lótu lív.

 

Men, hesa frágreiðing hevur norski professarin lítla tiltrúgv til. - At tríggir hermenn lata lív av leivdunum frá einari dronu, er ógvuliga lítið sannlíkt, heldur Svein Holtsmark. 

 

Russiska verjumálaráðið sigur, at álopið í nátt ikki rakti nakra hernaðarútgerð, men bæði í sosialum miðlum í Russlandi og Ukraina verður sagt, at fleiri flogfør vórðu oyðiløgd.

 

Hesir upplýsingar eru fyribils ikki staðfestir, og tað er trupult at siga nakað um, hvat veruliga er hent á hernaðarstøðini.

 

- Hetta vita vit rætt og slætt ikki. Seinast varð eitt strategiskt bumbuflogfar hjá russum oyðilagt. Hetta er ein máti hjá ukrainum av vísa, at tað ber til at røkka málum langt inn í Russlandi, sigur professarin.

 

##med2##

 

Svein Holtsmark heldur, at fleiri orsøkir kunnu vera til, at júst henda hernaðarstøðin er eitt mál hjá Ukraina, og hann ivast ikki í, at hetta er ein hernaðarlig meting.

 

- Bara tað eydnast Ukraina at oyðileggja eitt av hesum flogførum, hevur tað stóran hernaðarligan týdning, samstundis sum hetta er eitt greitt tekin til russiskar myndugleikar og almenningin um, at Ukraina kann røkka slíkum málum.

 

Professarin vísir á, at ukrainsku álopini fyrr í desember fingu serfrøðingar at seta spurnartekin við, um Russland ikki hevur evnini at verja seg ímóti ukrainskum dronu-álopum - langt inni í russiskum øki.

 

 

 

- Hetta er ein máti hjá ukrainum av vísa, at tað ber til at røkka málum langt inn í Russlandi, sigur professarin.

Engels-hernaðarstøðin í Russlandi liggur fleiri hundrað kilometrar frá hermótinum í Ukraina.