Meinhard er errin av seinna hálvleiki

(FM1) Hoyr Meinhard E. Olsen taka samanum dystin ímóti Besiktas á ovara vølli í Gundadali

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Meinhard E. Olsen aftaná Europa League undankappingadystin millum B36 og Besiktas á ovara vølli í Gundadali. Ein dystur sum Besiktas vann 2-0. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki.

 

Meinhard E. Olsen heldur, at hann og liðfelagarnir kunnu verða ernir av seinna hálvleiki, har tað eydnaðist at halda Besiktas frá at skora, og samstundis eydnaðist tað B36 at koma til málmøguleikar.

 

Meinhard E. Olsen iðrar seg um, at hann ikki tamdi bóltin betur í tí einu støðuni frammanfyri málinum hjá Besiktas. Hevði tann bólturin verið tamdur er ógvuliga sannlíkt, at B36 hevði skorað.

 

Meinhard E. Olsen heldur, at tað var framúr stuttligt at spæla ein dyst frammanfyri so nógvum áskoðarum, og at merkja stuðulin frá áskoðarunum. Nú gleðir Meinhard E. Olsen seg til returdystin í Istanbul. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum, og at hoyra samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og André Olsen.

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36.

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við liðskiparan hjá B36, Odmar Færø.

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Benjamin Heinesen hjá B36.

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við formannin í B36, Rúna Herup Olsen.