Føroyski fótbóltsspælarin, Meinhard E. Olsen, skrivaði í síðstu viku undir sáttmála við felagið Bryne FK, sum spælir í næstbestu norsku deildini.
Hann skiftir hagar úr svenska felagnum GAIS, har hann spældi í eitt hálvt ár, og nú gongur so leiðin aftur til Noregs, hann spældi við Kristiansunds BK kappingarárið 2019.
Bryne FK er júst flutt upp í OBOS-Ligaen, sum næstbesta deildin í Noregi eitur, og Meinhard hevur góðar vónir um at liðið fer at standa seg væl hetta kappingarárið.
- Vit fara heilt klárt at vísa "serfrøðingunum", at tað býr meira dygd í okkum hóast ikki allir hava so stórar royndir á OBOS-støði, sigur Meinhard við heimasíðu felagsins í dag.
- Um vit klára at gera Bryne Stadion til eina borg og brúka mótálopini á teimum truplu útivøllunum, so er tað skjótt at vit liggja tættari toppinum enn botninum, sigur hann víðari.
Meinhard sigur í samrøðuni, at hann er fallin væl til í felagnum, og at norðmenn og føroyingar eru líkir. Hann avdúkar, at hann hevur sett sær stór persónlig mál fyri árið, men at hesi heldur hann fyri seg sjálvan.
Bryne FK spælir fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum tann 6. apríl á útivølli ímóti Aalesund.