Tað var dramatikkur á Argjum í kvøld, tá AB í landskappingini í yvirtíðini javnaði til 1-1 móti KÍ. Hjálpardómarin vinkaði fyri at bólturin var inni, men tað eru spælararnir hjá KÍ ikki samdir í.
Les eisini: Tveir KÍ spælarar reyt kort
Maðurin, sum var mitt í rokanum, KÍ málverjin Meinhardt Joensen, sigur við in.fo í kvøld, at bólturin var ikki inni.
Les eisini: Atli Danielsen: Bólturin var ikki inni
- Tað er meiri ein spurningur um bólturin nam við málstrikuna enn um hann var innanfyri, sigur Meinhardt Joensen.
Tað er hornaspark til AB í høgru síðu, og áleið um málstrikuna endar Meinhardt við at bjarga einum stútara og situr á bóltinum.
- Eg siti á bóltinum og geri onga rørslu, sum kundi bent á, at bólturin hevur verið innanfyri. Tað var ikki mál, sigur Meinhardt Joensen atat enda.
Tað bleiv satt rok, tá hjálpardómarin gjørdi dómaranum greitt, at hann dømdi mál. Eftirspælið var, at Heðin á Lakjuni og Henry Heinesen fingu hvør sítt reytt kort.