Meira eftirútbúgving og betri møguleikar at fara út í heim at nema sær vitan og royndir er vegurin fram at betra frálæruna og førleikarnar hjá næmingunum í føroyska fólkaskúlanum. Og tað skal verða lættari at fara undir nýggjar undirvísingarverkætlanir.
Tað sigur Hanus Joensen, stjóri á Kommunuskúlanum í Havn og formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya.
Skúlaleiðarafelagið var millum tey fyrstu, sum Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, kallaði til fundar, eftir at Pisa 2012-kanningin varð almannakunngjørd 3. desember.
– Tað er longu sagt nógv um, at kanningin skal takast við fyrivarni, og tað skal hon eisini, men hon er í øllum førum góð á tann hátt, at hon setur fokus á skúlan. Vit kunnu heldur ikki bara kasta hana burtur og siga, at hon onki hevur upp á seg, tí hon verður jú brúkt alla aðra staðir, staðfestir Hanus Joensen.
Føroyska Pisa-kanningin fevnir um allar 9. floks-næmingar í einum árgangi, meðan flokkarnir í størri londum verða valdir út og fáa tað vita, langt áðrenn sjálva kanningina. Tað kann hava rættiliga stóra ávirkan á samanberingargrundarlagið, vísir Hanus Joensen millum annað á.
Støðið ov lágt
Men hóast fyrivarnini tekur hann Pisa-úrslitið fyri fult.
– Um nakar heldur, at kanningin sigur allan sannleikan um føroyska skúlan, so er tað stak óheppið. Føroyski skúlin hevur eisini nógvar sera góðar dygdir, sum ikki verða máldar í Pisa. Men hinvegin kunnu vit ikki snakka okkum burtur úr, at fakliga støðið í føroyska skúlanum er ikki nóg høgt, og tað mugu vit gera okkurt við, sigur hann.
Og tað er meira eftirútbúgving, sum skal til, heldur Hanus Joensen.
– Tað nyttar onki bara at leggja fleiri tímar afturat undirvísingini, hvørja ferð vit síggja, at okkurt er galið. Dygdin í undirvísingini skal lyftast, og tað gerst bara við eftirútbúgving og betraðum møguleikum at sleppa út um landoddarnar at síggja, hvussu tey gera aðra staðir, sigur hann.
– Tað er gamaní, at vit hava ein inkluderandi skúla, men bara at staðfesta tað, og so onki annað gera, gevur onga meining. Pisa-kanningin vísir eisini, at okkara góðu næmingar ikki eru nóg góðir, og at tey, sum hava tørv á meira tíð og hjálp, ikki fáa tað, tey hava brúk fyri. Generelt hava útryðjurnar tað ikki so gott í skúlahøpi, og Føroyar eru jú ein útryðja, allar sum tær eru, staðfestir Hanus Joensen.
Útbúgva breitt
Hann sigur, at tað er neyðugt at eftirútbúgva lærarar í øllum lærugreinum.
– Myndugleikarnir hava longu ásanna, at eftirútbúgving er alneyðug, og ymiskt er sett í gongd. Læraraútbúgvingin er uppstigað til bachelor, og tað er gott. Men Nám hevur ov lítið av pengum, og tí eru tað bara stutt eftirútbúgvingarskeið, tey kunnu bjóða. Vit hava brúk fyri, at lærarar í størri mun kunnu brúka ta tíð, sum er neyðug til at eftirútbúgva seg. Tað inniber eisini møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð eina tíð og stuðul til fjarlestur og ferðaútreiðslur, um eftirútbúgvingin verður tikin uttanlands, sigur Hanus Joensen.
Sjálvur var hann fyri nøkrum árum síðani á lærda háskúlanum í Linköping í Svøríki og tók eftirútbúgving innan leiðslu.
– Tað gav mær ótrúliga nógv, og tað hevur sera stóran týdning, at møguleikin at fara út í fremmant umhvørvi at læra og uppliva er til staðar, sigur hann.
Pengar á borðið
Tað skulu við øðrum orðum pengar á borðið, um nakað munagott skal gerast við góðskustøðið í føroyska fólkaskúlanum.
– Alt nýtist ikki at kosta so nógv, men skal skúlin veruliga lyftast, so mugu vit vera til reiðar at gjalda fyri tað. Eg haldi eisini, at eg merki, at politikararnir vilja gera ta íløguna. Vit í skúlaleiðarafelagnum hava í øllum førum ein góðan dialog við Mentamálaráðið og politisku skipanina annars, sigur Hanus Joensen.
Í Skúlaleiðarafelag Føroya hava tey tó ikki roknað upp á, hvussu stór íløga í pengum er neyðugt fyri at gera nakað, ið veruliga munar innan skúlans gátt.
– Vit mugu eftirútbúgva breitt, bæði fakliga og námsfrøðiliga. Og ikki minst leiðslurnar. Læraraútbúgvingin hevur nú eina breyt við leiðslu, og ætlanir eru um at víðka hana, so hon eisini kann taka liðugt útbúnar lærarar inn til eftirútbúgving. Tað er gott. Men at seta prís á, hvat tað kostar at fáa ein betri skúla, tað dugi eg ikki, sigur Hanus Joensen.
– Men meirjáttanir við ongum skipanarbroytingum vísa seg ikki einsamallar at vera svarið. Tí eigur tað eisini at gerast lættari og meira eggjandi hjá lærarum og leiðslum at fara undir nýggjar undirvísingarverkætlanir við øðrvísi námshættum og hugburði, sigur hann.