Deyðstalið av koronavirus í USA er farið um 2000.
Sambært Johns Hopkins University, sum javnan dagførir smittutilburðir og andlát kring heimin, eru 2010 fólk í USA nú deyð av koronavirus. Umleið ein frjóðingur teirra í New York Ciry.
USA er tað landið í heiminum við flest smittaðum. Í nátt eru skrásett 121.117 smittað. 961 eru vorðin frísk aftur.
/ritzau/