Hann pakkar tingini saman og tosar eitt sindur við fólk runt seg. Eg hoyri á tónalagnum í hansara enska, at hann allarhelst er franskttalandi.
Benjamin Huguet eitur maðurin og jú, hann er franskmaður, úr Bretagne í norður-Frankaríki. Hvat gert tú so í Føroyum? Benjamin greiðir frá, at hann er í ferð við at gera ein film um Føroyar, føroyingar og teirra samband við mat. “Í Evropa hava fólk flest eitt meiri mekaniskt samband við mat sín. Tað er nakað, sum liggur í kølidiskinum í matvøruhandlinum, sum vit kunnu keypa. Fjarstøðan millum tað livandi djórið og borgaran er so stór. Her í Føroyum hava tit eitt nógv tættari samband við matin.”
Benjamin gongur á National Film and Television School í London, har hann lærir at gera dokumentarfilmar, og hesin filmurin hann ger í Føroyum, er endaliga próvtøkan á skúlanum. Hetta er triðju ferð hann er í Føroyum og ger upptøkur. Hann hevur fyri tað mesta verið í Vestmanna, men eisini í Kirkjubø og í Tórshavn.
Hvussu endaði tú í Føroyum? “Annar persónurin eg møtti, eftir at eg kom til London, var ein føroysk genta. Hon var daman hjá tí fyrsta, eg møtti, sum skuldi geva mær lykilin til íbúðina, eg skuldi búgva í. Hon greiddi mær frá um Føroyar, og eg fór beinanvegin undir at lesa meiri um hesar oyggjarnar. Myndirnar vóru ómetaliga vakrar, sjálvandi, men góvu kanska ikki heilt sanna mynd av Føroyum, av tí at sólin altíð skínir á myndunum. Eg hugsaði tó ongantíð um, at gera film um Føroyar tá.”
Honum dámar væl at skriva søgur um manuelt arbeiði, um rávørur og náttúrtilfeingi. Seinasti filmurin Benjamin gjørdi, var um leykmentanina og leykbóndarnar í Brétagne. Økið er kent fyri sínar leykir, og fólk har eru sera stolt av hesi mentanini. Um ársskiftið las Benjamin kendu skaldsøguna Moby Dick, og bleiv bergtikin av hvalaveiðumentanini. “Eg fekk hug at gera ein film um eitt hvalaveiðusamfelag. Tá komu Føroyar fram fyri meg aftur, og eg fór at lesa meiri um Føroyar og hvalaveiðuna her. Tíverri vóru fyrstu myndirnar eg fann, myndir frá mótmælisfólki ímóti grindadrápi og teirra propagandasíður. Eg setti mær tó fyri at finna søguna aftanfyri myndirnar, at royna at lýsa hvalaveiðuna frá einum føroyskum sjónarmiði.”
Benjamin skilti skjótt, eftir at hann kom til Føroyar, at hvalaveiðan í veruleikanum er ein sera lítil partur av føroyska lívinum. Men tann stutta frástøðan frá livandi djórum til døgurðarætt hugbant hann, og hann valdi tí at broyta evni á filminum til at handla um hetta.
Tað er hetta tætta tilknýti, sum føroyingar hava við sítt náttúrutilfeingi, ið er høvuðssøgan í filminum hjá Benjamini. Hvussu fáa vit fatur á matinum, hvussu hagreiða vit matin, og hvussu endar hann á døgurðaborðinum? Benjamin sigur, at fólk hava verið sera fitt og hjálpsom hesa tíðina, hann hevur verið í Føroyum, og hetta hevur lætt nógv um arbeiðið við filminum. “Eg havi verið á floti og fiska, eins og á fjalli og røkt seyð. Í gjár vóru vit og keyptu eina kúgv frá einum bónda og hana fara vit at slakta í dag. Nú vóni eg eisini at uppliva grindadráp áðrenn eg fari av landinum aftur.”
KVF hevur biðið um loyvi at senda filmin, so vónandi fáa vit møguleikan at síggja hann komandi ár.