Meira í kommunuskatti – minni í landsskatti

Kommunurnar fingu fyrstu ellivu mánaðirnar í ár tilsamans 32 milliónir krónur meira inn í skatti enn somu tíð í fjør.

Tað vísir ein nýggj skattauppgerð frá TAKS. Samanlagt hava føroysku kommunurnar fingið áleið 1,3 milliardir krónur inn í skatti, og vøksturin er 2,53 prosent samanborið við somu tíð í fjør.

Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at landskassin fyrstu ellivu mánaðirnar hevur fingið 1,1 milliardir krónur inn í skatti og hetta er slakar 250 milliónir krónur minni samanborið við somu tíð í fjør. Inntøkurnar frá eftirlønarskatti eru 193 milliónir krónur, og kirkjuskatturin er vaksin 1,45 milliónir.

Tað eru serliga kommunurnar í Suðuroy, sum hava fingið meira í kassan.