Vestmanna kommuna fekk meira í kommunuskatti í januar í 2016 enn sama mánað í 2015.
- Í januar 2016 fingu vit 2.962.396 krónur í mun til 2.668.300 krónur í januar 2015. Hetta er ein vøkstur á 294.096 krónur, svarandi til 11,02 prosent.
Vestmanna kommuna vísir á, at januar mánaði vanliga er slakur, og haraftrat hevur kommunan lækkað kommunuskattaprocentið við 0,5.
- Tí eru vit væl nøgd við skattin fyri januar í ár, og vónandi kemur henda positiva gongd at halda fram alt árið, verður lagt aftrat.