Meiri endurnýtsla í Runavík

Leygardin kl. 11 letur ein nýggjur endurnýtsluhandil upp í Runavík. Tað er Blái Krossur, sum frammanundan hevur ein endurnýtsluhandil í Havn, sum nú eisini kemur at reka hendan handilin.

Runavík: Endurnýtsluhandilin heldur til í ný ístandsettum hølum, har sum tógvhandlin og lampubúðin hjá Mathias Davidsen fyrr helt til.

Talan er tó ikki um ein heilt nýggjan handil. Grundarlagið undir hesari Blákrossbúðini er fyrrverandi Sudanbúðin á Glyvrum, sum Mission Afrika hevur rikið í nøkur ár.

- Mission Afrika ynskti at gevast við endurnýtsluhandlinum, og spurdi tí, um Blái Krossur var áhugaður í at yvirtaka hann, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.


Hóskandi handil

Henda áheitan hóskaði stak væl inn ætlanirnar hjá Bláa Krossi og tí var avgjørt at yvirtaka Sudanbúðina. Tó er avgjørt at flyta handilin, og verður hann eisini opin hvønn dag.

Endurnýtsluhandilin í Runavík ber eisini navnið Blákrossbúðin, eins og í Havn. Úrvalið kemur mest at vera klæðir, men eisini smærri brúkslutir, smykkur og leikutoy verður selt í endurnýtsluhandlinum.

Í samband við at Blákrossbúðin í Runavík, letur upp leygardagin, verður skipað fyri móttøku kl. 11.

Her fara Hjalmar Hansen, aðalskrivari at bjóða vælkomin, eins og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu ber fram heilsan. Eisini verður sangframførsla við Emil Thorleifssyni.

Handilin verður opin mánadag til fríggjadag frá 13 til 17.30, og leygardag frá 10 til 13.