Tað var tann tíð, tá ið mest sum allir venjararnir í bestu deildini, sum vóru í fulltíðarstarvi, vóru útlendingar. So koppaði tað av álvara á, tá ið FSF fór undir at útbúgva venjarar, og okkurt árið vóru mest sum allir venjararnir í bestu deildini føroyingar.
Kanska er tað tilvild og ikki eyðsýnt rák, men tað er ein veruleiki, nú øll feløgini, sum eru umboðað í bestu deildini hava avgreitt venjaraspurningin, at meiri enn helmingurin av venjarunum eru útlendingar.
Fýra føroyingar eru venjarar í bestu deildini. Teir eru Dan Brimsvík, Jákup á Borg, Sigfríður S. Clementsen og Jóhan Petur Poulsen.
Seks útlendingar eru nú venjarar í bestu deildini. Tríggir eru danir, ein er norðmaður, ein er svenskari, og ein er úr Serbia. Hesin síðsti er ÍF venjarin Aleksandar Jovevic, ið sambært faroesoccer.com hevur búð í Føroyum síðani í 2003, tá ið hann spældi á Skála.
Nógv tey flestu árini, inntil hann gavst at spæla, umboðaði hann ÍF (2006 – 2017). Í 2014 og 2015 bæði spældi og vandi hann í Fuglafirði, har hann er búsettur. So vandi hann KÍ kvinnurnar í 2016 og 2017. Í 2018 vandi hann næstbesta liðið hjá B68, í 2019 vandi hann næstbesta HB liðið, í 2020 og 2021 var hann hjálparvenjari á Toftum, og í 2022 vandi hann ÍF liðið, sum flutti upp úr næstbestu deildini, og nú verður takið hjá honum og ÍF at varðveita plássið í fremstu røð.
Venjarar í Betri deildini í 2023
07 Vestur | Michel Schjønberg | Danmark |
AB | Henrik Larsen | Danmark |
B36 | Dan Brimsvík | Føroyar |
B68 | Jákup á Borg | Føroyar |
EB/Streymur | Sigfríður S. Clementsen | Føroyar |
HB | Dalibor Savic | Svøríki |
ÍF | Aleksander Jovevic | Serbia |
KÍ | Magne Hoseth | Noreg |
TB | Dan Jensen | Danmark |
Víkingur | Jóhan Petur Poulsen | Føroyar |
Fyrsta umfar í landskappingini verður fyrsta vikuskiftið í mars:
Leygardagin 4. mars
07 Vestur – ÍF
Sunnudagin 5. mars
KÍ – TB
HB – B68
Víkingur – B36
EB/Streymur – AB