Meiri fiskur og meiri pengar

Íslendingar útfluttu í fjør fisk og fiskavørur fyri góðar 256 milliardir íslendskar krónur, og tað var næstan átta prosent meiri enn árið fyri. Tað sæst í nýggjum tølum hjá íslendsku hagstovuni. Av útflutningsvirðinum í fjør stavaðu 57 prosent frá frystum vørum. Eitt nú útfluttu íslendingar heilfrystan makrel fyri 24 milliardir krónur.

Nøgdin, sum varð útflutt í fjør, var 672.000 tons, sum var 40.000 tons meiri enn í 2010.

Nógv tann størsti parturin av íslendska fiskaútflutninginum ella 72 prosent fer til marknaðir í ES. 8,8 prosent fara til Asia og 4,9 prosent til Afrika.