Jupiter kom í gjárkvøldið á Tvøroyri við 1.000 tonsum av lodnu til virkið hjá Varðin Pelagic.
Hetta er tann triðja lodnulastin, sum virkið á Tvøroyri hevur fingið hesa vikuna. Hósdagin var Finnur Fríði á Tvøroyri við 1.000 tonsum, og fyrr í vikuni landaði Tróndur í Gøtu 750 tons.
Hetta er tann triði lodnutúrurin á Jupiter undan Íslandi, og teir hava ein túr eftir, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.