Kristian og Mayken í Túni eru komin úr Runavík at síggja nýggju farstøðina. Tey eru væl nøgd og halda, at hendan er nógv meiri nútíðarhóskandi. Komin inn um trygdareftirlitið, hava tey sett seg niður við einum kakubita og einum kaffikoppi. “Her eru so vakrir møblar og fínir litir,” sigur Mayken. “Tað fyrsta ein leggur merki til er, at her er nógv betri pláss enn í gomlu farstøðini, serliga eftir at ein er komin ígjøgnum trygdareftirlitið” siga tey.
Les eisini Hetta er mítt lívsverk
“Vit fara ikki at sakna gomlu farstøðina. Hon var hugnalig, men tað var bygt til eina aðra tíð,” siga tey bæði.
Les eisini Vit gleða okkum at fylla nýggju karmarnar
Les eisini Fuglurin er ein ímynd av frælsi