Meiri toskur og hýsa

Fyrstu hagtølini yvir føroysku ísfiskaveiðina higartil í ár vísa, at nakað meiri av toski er komið upp á land í ár enn somu tíð í fjør. Sama er við hýsu. Hagstova Føroya veit í morgun at siga, at 1.262 tons av toski eru landað um avreiðingarskipanina í januar í ár móti 1.099 tonsum í januar í fjør. Hetta er ein munur upp á 163 tons.

Men tað er ikki bara í januar í ár, at nøgdin av toski, sum verður veidd undir Føroyum og landað um avreiðingarskipanina, hevur verið veksandi.

Eisini teir seinastu mánaðirnar av farna ári, var nøgdin av toski veksandi í mun til árið fyri.

Hagstova Føroya sigur, at avreidda nøgdin av hýsu eisini er vaksin nakað í ár í mun til somu tíð í fjør.

Í januar í fjør vórðu tilsamans 509 tons av hýsu landað um avreiðingarskipanina í mun til 567 tons í ár. Hetta er ein munur upp á 58 tons.

Hagstova Føroya hevur talt saman nøgdina av botnfiski í januar í ár í mun til í januar í fjør.

Samanlagt er talan um eina minking í nøgd upp á 6%, men samstundis er avreiðingarvirðið í januar í ár vaksið við 14 prosentum í mun til sama mánaða árið fyri.

Tað merkir, at fiskaprísirnir hava verið betri higartil í ár enn um somu tíð í fjør.