Meiriluti er fyri donskum stuðli til føroyskar flokkar

Hóast meirilutin í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum er ímóti, so verður uppskotið helst samtykt kortini

Tað er løgmaður, sum hevur lagt ríkislógartilmælið um danskan stuðul til føroyskar flokkar fyri Løgtingið. Orsøkin er ein yvir 35 ára gamal feilur úr Danmark, sum nú má rættast, fyri at flokkarnir lógliga skulu kunna fáa pengarnar.

Í áliti frá uttanlandsnevndini, er ein meiriluti tó ímóti at føroysku flokkarnir skulu fáa hesar pengar.

Meirilutin, sum er Sólvit E. Nolsø úr Framsókn, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Liljan Weihe og Annika Olsen úr Tjóðveldi siga, at meirilutin heldur tað vera skeivt, at onnur enn vit sjálvi rinda fyri politiska upplýsing í Føroyum.

Minnilutin, sum er Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum halda tað vera rætt og rímiligt, so leingi flokkar í Føroyum stilla upp til fólkatingsval, at hesir hava rætt til part av stuðlinum, sum er merktur til tey, sum stilla upp til Fólkatingið.

Tí er rættiliga vist, at uppskotið hjá løgmanni verður samtykt tvørtur um samgongu-andstøðumark. Javnaðarflokkurin hevur 9 tingfólk, Sambandsflokkurin hevur 7 og Miðflokkurin 2 tingfólk. Tað gevur til samans ein meiriluta í Løgtinginum upp á 18.

Sjálvt um Jacob Vestergaard er ímóti, at Fólkaflokkurin fær pengar úr Danmark, so vísir roknskapurin hjá Fólkaflokkinum, at flokkurin tekur ímóti pengunum.