Meiriluti er í samgonguni at slíta samstarvið við Russland

Tað er greitt, at meiriluti er í samgonguni fyri at slíta samstarvið við Russland. Men enn er eingin støða tikin – alment í øllum førum

Boðskapurin hjá samgonguni var klokkuklárur undan jólum í 2022: Eingin sáttmáli verður gjørdur við Russland.

 

Kortini tóku núverandi samgonguflokkar, sum tá vóru andstøðuflokkur, undir við, at landsstýrið hjá Bárði Nielsen gjørdi sáttmála við Russland fyri 2023, tí tað var so langt útliðið og val varð útskrivað, so tað gjørdist einki annað.

 

Men fyri 2024 skuldi so eingin sáttmáli gerast. Tað lovaði nýggja samgongan, sum skuldi fyrireika alt væl og virðiliga, so vinnan ikki kom at merkja tað, at fiskiskapurin í russiskum sjógvi helst stegði, at at uppsjóvarfiskur í føroyskum øki skuldi fiskast í staðin.

 

Tað lyftið helt ikki. Nýggjur sáttmáli varð gjørdur, og løgmaður grundgav við, at hann og Javnaðarflokkurin máttu boyggja seg fyri meiriltunum.

 

Spurningurin er so, hvønn meiriluta løgmaður sipar til. Tí hann hevur ikki boygt seg fyri meirilutanum í samgonguni.

 

Aksel V. Johannesen hevur fleiri ferðir sagt, at Javnaðarflokkurin stendur fast við sína støðu um, at eingin sáttmáli skal gerast. Javnaðarflokkurin hevur 9 av 18 tinglimum í samgonguni. 50 prosent. Tað er ikki ein minniluti.

 

Lillian Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, gjørdu sína støðu greiða í Sosialinum 20. september, og tað gjørdi hon aftur Degi og viku í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Hon heldur ikki, at nýggjur sáttmáli skal gerast. Tað merkir, at ein meiriluti í samgonguni er ímóti, at ein nýggjur sáttmáli skal gerast.

 

Koritni eru løgmaður og landsstýrisfólk sera tigandi í hesum máli. Einki verður sagt, málið verður kannað.

 

Alt bendir á, at tað endar við, at ein nýggjur sáttmáli verður gjørdur, og at grundgevingin verður hin sama, at løgmaður er komin í minniluta í síni egnu samgongu.

 

Men tað er hann altso ikki.

 

Tað er ikki Løgtingið, sum skal taka støðu til nýggjan sáttmála. Tað er landsstýrið, sum skal gera tað.

 

Tað er altso ein meiriluti í samgonguni, sum skal taka ta støðuna. Og meirilutan hevur løgmaður við sínum egna flokki og Liljuni Weihe afturat. Sum skilst eru tvey onnur í Tjóðveldi, sum hava somu støðu sum Liljan Weihe.

 

Hon sigur, at um tað passar, sum løgmaður sigur, Javnaðarflokkurin framvegis hevur ta støðu, at vit ikki sklu gera fiskiveiðuafvtalu við Russlandi, so er tað í øllum førum eini meiriluti í samgonguni, sum ikki ynskir tað, segði Liljan Weihe við sjónvarpið í gjárkvøldið.

 

Javnaðarflokkurin hevur 9 av teimum 18 tingfólkunum hjá samgonuni. Við Liljuni Weihe og kanska onkrum ørðum við úr Tjóðveldi, so er meriluti í samgonguni ímóti at gera samstarv ið Russland.

 

Undan valinum var boðskapurin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni klokkuklárur. Hann skrivaði enntá eitt bræv til føroyingar undan valinum 8. desember í 2022, har hann skrivað soleiðis:

 

– Javnaðarflokkurin hevur havt og hevur framvegis ta greiðu støðu, at etiskt og moralskt er tað skeivt, at vit hava eina fiskivinnuavtalu við stýrið hjá Putin, meðan Russland er í álopskríggi í Ukraina. Eitt kríggj, har Russland hvønn dag drepur ósek fólk. Eisini sivil fólk harímillum børn. Og tað steðgar ikki her, tí Russland hóttir eisini, ikki bara Ukraina, men allan heimin við atomvápnum.

 

Liljan Weihe, sum er limur í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, talaði eisini í fjør harðliga talaði at sínum floksfeløgunum og samgonguni fyri ikki at halda orð um russlandssáttmálan.

 

Hon vísti á, at tað bæði etiskt og moralskt og menniskjansliga er skeivt at gera sáttmála við eitt land, sum er í álopskríggi við eitt annað land í Evropa.

 

Eisini trygdarpolitiskt heldur hon tað vera skeivt. Hon skilir ikki, at tey í hennara egna flokki ikki kunnu semjast um tað og hava somu støðu, sum tey høvdu undan valinum.

 

Sum skilst er Tjóðveldi í tvíningum. Meðan Liljan Weihe, Bjørt Samuelsen og Erling Eidesgaard eru ímóti, at nýggjur státtmáli verður gjørdur, so eru Eirikur í Jákupsstovu, Hervør Pálsdóttir og Annika Olsen fyri at gera nýggjan sáttmála.

 

Hvussu støðan er í Framsókn vita vit ikki, tí Sólvit Nolsø ikki hevur viljað givið sína støðu til kennar. Tað kundi bent á, at flokkurin í øllum førum ikki er fullsamdur um at halda støðuna, sum var undan valinum, og at hann heilt ella partvíst tekur undir við, at nýggjur sáttmáli verður gjørdur við Russland fyri 2025 eisini.

 

Men eftir stendur, at løgmaður hevur meirilutan í samgonguni aftan fyri seg. Í øllum førum 12 samgongutingfólk eru ímóti at gera nýggjan sáttmála, meðan hægst 6 eru fyri.