Hondbóltur
Eftir at Kyndil púra óvæntað hevði tapt fyri hoyvíkingum leygardagin, stóð greitt undan dystinum millum Neistan og StÍF greitt, at ein vinnari í hesum dystinum slapp at leggja seg á odda í bestu deildini.
Ikki tí at hetta mundi gera so nógvan mun í hugburðinum hjá leikarunum til dystin. Sum verandi oddalið var einki at ivast í, at Neistin fór eftir sigrinum, og eins greitt mundi vera, at meistararnir av Strondum ikki vildu lata sær lynda annað enn ein sigur.
Sterkir útlendingar
Men fyrstu longu løtuna var tó als ikki líkt til, at StÍF skuldi fáa nakað burturúr dystinum. Við trýsti yvir alla breiddina á liðnum eydnaðist sera væl hjá Neistanum at taga mótstøðuverjuna sundur, og serliga hjá Blagoje Buha lá eisini væl fyri at faa nakað burturúr hesum trýsti. Hartil kom eisini, at Neistin í málinum hevði ein sera væl upplagdan Zeljko Jotic, sum tóktist at taka sær av tí allar mesta, sum strandingarnir tveittu eftir honum.
Sum hálvleikurin leið tóktist leiðslan hjá Neistanum bara at vaksa. Strandingar stríddust við at halda bara so nøkunlunda fast i oddaliðnum, og hetta so eisini á tann hátt, at tað framvegis bert vóru fýra mál á muni, tá farið varð til hálvleiks.
Og tað var skjótt at staðfesta, at strandingar høvdu fingið skil upp á liðið, nú seinni hálvleikur byrjaði. Alt fyri eitt fóru teir undir at taka Neistan aftur, og teir bláðu vóru sum steinrunnir, nú mótstøðan brádliga tóktist so nógv harðari, enn hon hevði í fyrra hálvleiki.
Serstakliga var tað verjupartin, sum StÍF hevði fingið skil uppá. Tað eydnaðist nú liðnum at skugga Buha, soleiðis at hesin ikki fekk pláss til fótfimu finturnar, har hann kundi seta leikarar av, og mitt fyri fekk Dragisa Stojovic als ikki sama pláss, sum hann hevði fingið fyri steðgin. Og sum so ofta sæð fyrr, so smittaði betraði verjuparturin av til álopið. Ikki minst í avslutningunum, har tað nú brádliga lá so nógv betri fyri hjá øllum at skjóta móti Jotic, sum tó heldur ikki fekk somu hjálp frá verjuni, sum hann áður fekk tað.
Umskipan hjálpti
At Neistin so kortini megnaði at halda fast í dystinum fyrsta korterið eftir steðgin, komst at kalla bert av einari einstakari orsøk. Liðið er nevnliga ikki eins tengt at avrikunum hjá einstøkum leikarum, sum teir vóru tað í fjør. Hóast Bæði Buha og Stojovic nú fingu nógv minni pláss, so vóru tað aðrir á liðnum, sum megnaðu at skora, hóast markeringarnar sótu í krovunum á leikarunum. Serstakliga Áki Mørk megnaði at gera um seg, tá hann fleiri ferðir steinaði bóltarnar í kassan úr ymsum vinklum, men líkt var tó til, at hetta takið kostaði fitt av kreftum, og um miðjan hálvleikin leyp StÍF avstað.
Og við trimum málum á odda innan seinastu tíggju minuttirnar, kundu strandingar so fara undir at koyra sigurin heim. Takið á mótstøðuni varð ongan tíð slept, og skal rætt vera rætt, so gjørdu teir bláu tað heldur ikki serliga nógv truplari hjá strandingunum at halda fast. Hóast tíggju minuttir eru long tíð í hondbólti, so tóktust fleiri av neistaleikarunum nevnliga fullkomuliga at taka høvdið burtur hesa seinastu løtuna. Heldur enn at geva sær og liðnum ta tíð, sum var neyðug, fyri at finna møguligar skotmøguleikar, so royndu leikarar ístaðin ferð eftir ferð at avgera tingini einsamallir, og úrslitið var eyðsæð. Talan bleiv í allar flestu førum um skotroyndir úr kroystari støðu, og við Marian Cirloganescu í málinum er lítil nytta í at skjóta, um skotini ikki sita rætt. Serstakliga var Dragisa Stojovic stóri syndarin í hesum, men hinvegin kann so leggjast afturat, at liðfelagar hansara ikki gjørdu stórt til tess at spjaða skothóttanina á liðnum hesa løtuna.
Verður betri
Tí eydnaðist tað at enda StÍF at koyra ein rímiliga tryggan sigur heim. Ikki tí teir á nakran hát megnaðu at renna móstøðuna heilt um koll, men Neistin fekk ongan tíð togað seg heilt upp á javnleikin, og tá Bent Djurhuus so í seinasta sekundinum kundi avgera dystin, vóru stigini vís.
Og við sigrinum slapp StÍF sær upp á fremsta plássið í deildini, nú bæði havnarfeløgini vóru fyri tapi, men hóast hetta, so er einki at ivast í, at tað eru rúm fyri fleiri betranum í spælinum. Ikki minst í breiddini í álopsspælinum, har tað framvegis tykist so, at alt ov stórur partur av skothóttanini hvílir á Sveini Justinussen. Her hava strandingar annars eisini fleiri aðrar leikarar, sum kunnu átaka sær hendan leiklut. Millum annað pápabeiggjan hjá Sveini, Sverra, men enn er tó líkt til, at hann skal hava nakað av tíð at venja seg við ferðina og organisatiónina, sum er á einum oddaliði. Hvussu long tann lærutiðin skal verða, er ilt at siga, men longu komandi vikuskifti er aftur oddadystur á skránni hjá StÍF, tá Kyndil kemmur á vitjan.
Hjá Neistanum verður eisini talan um brak komandi vikuskiftið. VÍF fekk kanska nakað av tiltrongdari ferð á sítt spæl, tá teir um vikuskiftið vunnu á KÍF eftir tríggjar ósigrar á rað. Tann fyrsti av hesum var fyri júst Neistanum, og einki er at ivast í, at teir bláu skulu spenna seg heilt nógv út, um tað ikki skal eydanst vestmenningunum at hevna hetta tapið komandi sunnudag.
Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 25-27 (15-11)
Málskúttar
Neistin: Blagoje Buha 10(5), Áki Mørk 6, Dragisa Stojovic 5, Ári Rouch 2, Dann Thorleifsson 1, Helgi Michelsen 1
StÍF: Alexandur Johansen 7(3), Sveinur Justinussen 7, Mihai Marinescu 5, Bent Djurhuus 2, Artur Johansen 2, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Sverri Justinussen 1
Brotskøst: Neistin 5, StÍF 6
Útvísingar: Neistin 6, StÍF 5
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Sýndu heilt greitt, at tað er ein trupulleiki, tá dómarar døma tveir tættar dystir á rað. Ikki tí at talan var um nakran vánaligan dyst, men tóktust ikki hava somu orku at skera ígøjgnum, sum teir vanliga hava.