Meistararnir og steypavinnararnir bjóða av

Víkingur vann stórsigur á NSÍ, og B36 vann 3-1 á HB, sum datt aftur á fjórða plássið

NSÍ er framvegis topplið eftir 8. umfar,  men nú er tað bara eitt stig frá toppinum og aftur til næsta liðið. Í dag tapti NSÍ stórt í Gøtu ímóti Víkingi, sum vann 5-1. Hetta var triði sigurin hjá Víkingi í landskappingini í ár. Miðverjin Erling Jacobsen skoraði tvey mál eftir innlegg, og hini málini skoraðu Bárður J. Hansen, sum í fyrra hálvleiki javnaði til 1-1, og Finnur Justinussen og Gunnar Vatnhamar, sum við stútara staðfesti trivaliga sigurin.

Merkisvert var tað, at Klæmint A. Olsen ikki skoraði í dag. Tað var Magnus H. Olsen, sum í 1. hálvleiki legði NSÍ framum.

 

Í Gundadali vann B36 grannauppgerðina ímóti HB 3-1. Tað ber við sær, at nú eru meistararnir í B36 bara eitt stig aftanfyri NSÍ.

Hálvur tími var farin, tá ið sera væl upplagdi Lukasz Cieslewicz eftir fínt einmansavrik setti hol á fyri B36. HB pressaði fyri at javna fyri hálvleik, men tað var B36, sum økti, tá ið Hans Pauli Samuelsen økti um munin. Hans Pauli Samuelsen økti eisini til 3-0 eftir skjótt mótálop, áðrenn Jógvan Rói Davidsen pyntaði um fyri HB, sum higartil hevur vunnið tríggjar ferðir.

Tíðliga í 1. hálvleiki vildu HB spælararnar hava dómaran at reka B36 málverjan av vøllinum eftir fríspark uttanvert brotsteigin, men dómarin vísti Tórði Thomsen gula kortið fyri at verja við hondini uttanfyri brotsteigin.

 

At HB einki fekk burturúr síni grannauppgerð, og at Víkingur vann fulla úrtøku í síni grannauppgerð ber við sær, at Víkingur nú er á bronsuplássinum, og at HB datt aftur á fjórða plássið. Tað eru tó framvegis seks stig frá HB og fram til oddasessin. Um eina viku hittast HB og Víkingur í Gundadali.

 

KÍ lyfti seg við 2-1 heimasigri á AB fram á fimta plássið. Páll A. Klettskarð setti hol á undan steðginum, og KÍ legði øgiliga bragdliga fyri eftir steðgin. Men tað var AB, sum javnaði, tá ið Jógvan Skeel Nolsøe umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Kristin R. Mouritsen fór um koll í KÍ brotsteiginum.

Klaksvíkingar hildu fram at pressa, og AB var vandamikið í einstøkum mótálopum. Innskifti Heðin Klakstein skoraði 2-1 sigursmálið fyri KÍ, og harvið vann KÍ fyri aðru ferð á rað á heimavølli, og nú er KÍ á fimta plássi.

 

ÍF hevði sera góðar fyritreytir at vinna fulla úrtøku, tá ið Ivan Stojkovic í TB málinum varð rikin av vøllinum, fyri at taka bóltin uttanfyri brotsteigin, og ÍF skoraði upp á frísparkið, sum varð dømt í tí sambandi. Vongverjin í høgru, Leivur Joensen, skoraði. Men TB vildi tað øðrvísi. Patrik Johannesen var í málinum, tá ið heimaliðið við Stórá stríddist og spældi so mikið væl, at tað var so upplagt, at TB javnaði. Málskjútti var Albert Adu. Fram ímóti endanum var tað undirmannaða TB, sum stríddist fyri at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.

 

Í Vági eydnaðist tað FC Suðuroy at vinna 2-1 á EB/Streymi. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy fyri fyrstu ferð síðani uppflytingina síðsta heyst hevur lyft seg úr botninum og eisini upp um niðurflytingarstrikuna. Nú er AB undir FC Suðuroy. Búi Egilsson legði miðskeiðis í 1. hálvleiki FC Suðuroy framum við skoti úr høgru. Niels Pauli Danielsen javnaði við brotssparki, og John Tordar Poulsen skoraði stutt undan hvíldini sigursmálið.

 

FC Suðuroy-EB/Streymur 2-1 (2-1)

1-0: Búi Egilsson 26. 

1-1: Niels Pauli Danielsen br 32.

2-1: John Tordar Poulsen 44.

 

TB-ÍF 1-1 (1-1)

0-1: Leivur Joensen 14.

1-1: Albert Adu 32

Reytt kort: Ivan Stojkovic, TB, 12.

 

HB-B36 1-3 (0-2)

0-1: Lukasz Cielsewicz 30.

0-2: Hans Pauli Samuelsen 45.

0-3: Hans Pauli Samuelsen 72.

1-3: Jógvan Rói Davidsen 85.

 

Víkingur-NSÍ 5-1 (2-1)

0-1: Magnus H. Olsen 19.

1-1: Bárður J. Hansen 44.

2-1: Erling Jacobsen 45.

3-1: Finnur Justinussen 66.

4-1: Erling Jacobsen 76.

5-1: Gunnar Vatnhamar 80.

 

KÍ-AB 2-1 (1-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 41.

1-1: Jógvan Skeel Nolsøe br 63.

2-1: Heðin Klakstein 78.

 

Støðan eftir 8 umfør

NSÍ 18

B36 17

Víkingur 14

HB 12

KÍ og ÍF 11

TB 8

FC Suðuroy 6

AB 5

EB/Streymur 3

 

9. umfar

Sunnudagin 3. mai

B36-AB

EB/Streymur-TB

ÍF-FC Suðuroy

NSÍ-KÍ

HB-Víkingur