Meistararnir spæla minni sannførandi

Hóast tað, so hevur Neistin verið einaráðandi og nógv betri enn hini liðini.

 

Tað heldur Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum.

 

Hann sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at ungu leikararnir hava krøkt seg meira á ávís pláss.

 

- Tað er ein gevandi kapping, sum hevur við sær, at allir standa sum vinnarar, og ikki minst liðið. Neistin hevur fingið fleiri stig í ár, og vit liggja tryggari til eitt finalupláss enn seinasta ár, sigur Ingi Olsen við neistin.fo.

 

Birgir Poulsen, Tróndur Kragesteen, Jens Mohr og Karl Oddmar Rasmussen, sum vóru við í fjør, spæla ikki við Neistanum í hesum kappingarárinum.

 

Neistin vann greipuna farna kappingarár.