Meistararnir taptu móti avbjóðarunum

Steypavinnararnir úr Neistanum tóku stikkið, tá meistararnir frá í fjør byrjaði hondbóltsárið við tapi á heimavølli

Hondbóltur

 

Talan varð um spenning fyri allar pengarnar, tá hondbóltslandskappingin hjá monnum byrjaði við einum braki millum meistararnar úr H71 og steypavinnararnar úr Neistanum.

Í fjør spældu liðini bæði fleiri sera tættar dystir, og eins og Neistin tað fleiri ferðir í fjør, so togaðu teir bláu eisini akkurát sigurin heim hesaferð.

Undan steðginum var tað tó H71, sum hevði betra takið á dystinum. Hoyvíkingarnir lupu avstað við nøkrum málum, og ta leiðsluna hildu teir fast um í 25 minuttir. Seinastu løtuna eydnaðist tó Neistanum at toga seg upp á javnt, og tað var ein smeitur hjá H71, at Esbern Patursson beint undan steðginum fekk reytt kort.

Hetta darvaði vertunum nakað, men teir tóktust kortini vera um at fáa fatur um dystin, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.

Eitt time-out hjálpti tó Neistanum nakað, og seinasta korterið togaðu teir seg avstað. Eitt skifti var munurin komin upp á trý mál, og hetta vísti seg eisini at verða akkurát nóg mikið. H71 stríddist av øllum alvi, men teir lógu kortini støðugt aftanfyri, og máttu tí fara av vøllinum uttan stig.

 

Fakta um dystin

H71-Neistin 26-27 (11-11)

10 min: 4-2

20 min: 9-5

40 min: 14-15

50 min: 21-20

Málskjúttar

H71: Poul Kjartan Dam 8(1), Gunnar Bláberg 5, Hans Kári Hansen 3, Dánjal Tórgarð 3(1), Bárður Brimvík 2, Rógvi Sørensen 2, Esbern Patursson 1, Rúni Højgaard 1, Tróndur Vatnhamar 1

Neistin: Heini Hanusarson 6, Jugoslav Djumic 6, Finnur Hansson 5(1), David Edvardsen 4(1), Jens Mohr 3, Birgir Poulsen 2, Ingi Olsen 1

Brotskøst: H71 3, Neistin 3

Útvísingar: H71 3, Neistin 1

Diskvalifikatión: H71 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen