Meistararnir vóru treiskari enn hinir

Úrslitið í Klaksvík varð staðfesting av, hvussu boysnir FM vinnararnir í HB hava verið

HB venjarin Jens Berthel Askou duldi ikki undan dystinum í Klaksvík í dag fyri, at hann ógvuliga fegin vildi hava, at hansara menn vunnu fulla úrtøku ímóti KÍ. Hann vildi vinna ímóti meistarunum í fjør, sum ikki høvdu tapt ímóti HB, og sum høvdu vunnið 2-1 á heimavølli og spælt 3-3 í Gundadali ímóti HB.

Tað eydnaðist ikki HB at vinna í Klaksvík ídag. Úrslitið var 1-1, og gongdin var staðfesting av, hvussu týdningarmikið tað er at arbeiða og stríðast inntil síðsta bríksl og at hava sjálvsálitið, sum er avgerandi, og at hava marginalirnar, ið eru so týdningarmiklir at hava á sínari síðu.

HB er partur av steypakappingini, tí tað í Klaksvík í steypakappingini endaði 1-1. KÍ hevði yvirvág, men HB helt tørn, og tá ið KÍ var greitt omaná í brotssparkskappingini, so reisti HB seg og vann.

Í landskappingardystinum í Gundadali ímóti KÍ vóru klaksvíkingar leikliga greitt omaná, og teir vóru frammanfyri 2-1 og 3-2, og teir høvdu møguleikar at vinna. Men HB reisti seg og svaraði aftur, og so endaði tað 3-3.

Soleiðis var tað eisini ídag. KÍ var á odda, men HB reisti seg, og tá ið tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku soleiðis, sum venjarin ætlaði, so eydnaðist tað í síðstu løtu at skora og harvið at vinna eitt stig.

 

KÍ - HB 1-1 (0-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 71.

1-1: Delphin Thsiembe 90.

 

Víkingur - ÍF 4-1 (2-0)

1-0: Jákup Johansen 6.

2-0: Sølvi Vatnhamar 13.

3-0: Jákup Johansen 50.

4-0: Jákup Johansen 55.

4-1: Sámal Joensen 90.

 

B36 - NSÍ 3-4 (1-3)

0-1: Pætur Turiðarson Skipanes 10.

0-2: Klæmint A. Olsen br 21.

0-3: Klæmint A. Olsen 34.

1-3: Alex Mellemgaard 38.

1-4: Klæmint A. Olsen 55.

2-4: Sebastian Pingel 68.

3-4: Magnus Holm Jacobsen 78.

 

AB - EB/Streymur 4-0 (2-0)

1-0: Gilli Róason 11.

2-0: Jasper Van Der Heyden 16.

3-0: Jesper Van Der Heyden 74.

4-0: Bjarki C. Nielsen 79.

 

TB - Skála 3-2 (0-0)

1-0: Filip Obadovic 71.

2-0: Mark Kongstedt 80.

3-0: Sebastian Kroner 83.

3-1: Jóhan Bergsson Johansen 90.

3-2: Niels Pauli Danielsen br 90.

 

HB272232812369
NSÍ272034582663
271953722562
B36271926773759
Víkingur2715210554447
ÍF277515345926
EB/Streymur277317266524
TB274617204218
AB271719217310
Skála27142222727