B36 hevur í dag skrivað undir avtalu við J&K Petersen Contractors, sum nú verður høvuðsstuðul hjá felagnum. Eitt samstarv, sum millum annað inniber, at mansliðið hjá B36 nú hevur búmerkið hjá byggifyritøkuni á bringuni á nýggja búnanum.
J&K Petersen hevur støðugt verið millum stóru byggifyritøkurnar her á landi. Tey hava á leið 100 starvsfólk, og fleiri stórar og spennandi uppgávur verða loystar bæði her á landi og í Noreg, skrivar heimasíðan hjá B36.
B36 skal um vikuskiftið spæla stórsteypadystin móti Víkingi.