Meldaði sjeikin fyri harðskap

Løgreglan hevur reist eitt mál um harðskap eftir eina hending í miðbýnum í Havn í nátt. Tað var eftir at ein kvinna hevði meldað sjeikin fyri harðskap. Løgreglan sigur, at eftir tí, sum er komið fram, hevur sjeikurin skallað hana og tí hevur løgreglan reist eitt harðskapsmál ímóti manninum.

 

Kvinnan kom undir læknahond og bíðað verður nú eftir frágreiðingini fyri at staðfesta, hvørjar skaðar hon fekk av hendingini.