Árliga tilmeldingin hjá Havnar Fimleikafelag verður í dag klokkan 15.
Í ár verður tilmeldingin skipað øðrvísi í mun til undanfarin ár. Tilmelding og gjald fer fram á heimasíðu felagsins www.hf.fo <http://www.hf.fo> , so fólk kunnu melda til lið heimanífrá.
Møgluleiki er at velja í millum fleiri ymisk lið og aldursbólkar. Liðini fara at venja á Stórheyggi, á Løgmannabreyt, í Fimi og i Vestmanna.
Liðini eru fyri allar aldursbólkar og spenna frá m.a. rútmu til amboð, hip-hop, pilates og zumba.