Tórshavnar kommuna meldar nú dálking Sandá við tøðum, eftir at heilsu- og umhvørvisdeildin hjá kommuni í gjár og fyrradagin hevur gjørt kanningar á staðnum, og staðfest er, hvaðan dálkingin kemur.
Tórshavnar kommuna fekk mánadagin fráboðan um, at Sandá varð dálkað við tøðum. Tórshavnar kommuna var á staðnum mánadagin og týsdagin. Staðfest varð, at taðað var fram við vegnum frá bóndagarðinum við Sandá og omaneftir ímóti brúnni yvir ánna.
Í sambandi við taðingina eru tøð farin í eina veit og endað í Sandá, har tey hava elvt til at skúm savnast í ósanum í Sandagerði.
Kommunan er av teirri fatan, dálkingin er brot á umhvørvislóggávuna.
Tórshavnar kommuna harmast um henda afturvendandi trupulleika, og at landsmyndugleikarnir ikki enn hava lýst taðingarkunngerðina, sum var til hoyringar fyri langari tíð síðan.
Tórshavnar kommuna metir eisini, at tíðin er komin at landsstýrið endurskoðar umhvørvislóggávuna og umhugsar, at størri fjós og virksemi í hesum sambandi koma undir reglurnar, ið krevja umhvørvisgóðkenning á jøvnum føti við eitt nú alibrúk og líknandi.
Neyðugt er, at lóggávan verður lagað til tann veruleika, at fleiri fjós í dag eru sera stór, samanborið við frammanundan, og eru at meta sum stór framleiðsluvirki.