Kærleikin er ein natúr lóg. Kærleikin til føðilandið. Kærleikin til trúgv sína. Kærleikin til móðir og faðir. Kærleikin til familju. Kærleiki til okkara børn. Men størstur er kærleikin til tað menniskja, vit velja at liva saman við, restina av lívinum.
Men ikki øll fáa lov til at geva henda kærleika. Ikki lov at føla henda kærleika. Ikki lov at liva í hesum kærleika. Hvønn rætt hava vit sum samfelag at nokta summum borgarum kærleikan. Ikki sleppa at vera forelskað. Ikki at sleppa at føla summarfuglarnar í búkinum. Ikki føla hitin, tá hann fer, líka niður í lítlutá, og upp, út í uttasta hárið. Ikki føla at hjarta leypur eitt slag um, tá eyguni møtast.
Men Framsókn og eg vilja tað øðrvísi. Framsókn er ein frælslyntur flokkur, sum leggur stóran dent á persónliga frælsið hjá øllum landsins borgarum. Vit vilja, at vit øll, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. Hetta merkir, at vit øll eisini skulu kenna okkum trygg og vird, soleiðis sum vit eru.
Kenna okkum trygg at stíga fram, og rópa okkara kærleika um geilar og tún. Tora trygg at stand við síni sannføring. Tora at fylgja kærleikanum.