Amerikanski forsetin, Barack Obama, heldur, at "einligir úlvar" sum norðmaðurin Anders Behring Breivik eru tann størsta yvirgangshóttanin ímóti USA. Við sjónvarpið CNN sigur forsetin, at vandin fyri einum tílíkum álopi er størri enn vandin fyri einum væl skipaðum yvirgangsálopi.
-Einstaklingar, sum eru annaðhvørt sálarliga órógvaðir og farnir av kós av hugsjónarligum haturi, kunnu gera stóran skaða, og tað er truplari at finna tílíkar persónar enn yvirgangsfelagsskapir, sigur Barack Obama við CNN.
Norska løgreglan heldur, at Anders Behring Breivik var einsamallur um at leggja yvirgangsatsóknirnar til rættis og at fullføra tær.
Fyri trimum mánaðum síðani gjørdu amerikanarar av við Osama bin Laden, og amerikanski forsetin útilokar ikki, at al-Qaeda kann finna upp á at hevna drápið. Forsetin staðfestir, at al-Qaeda er viknaður nógv, men at amerikonsku myndugleikarnir mugu vera á varðhaldi, nú 10 ára dagurin fyri yvirgangin tann 11. september í 2001 nærkast.