Menning, menning, menning

Prix Føroyar: Siðani fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995, er nógv hent. Ein av føroysku plátu útgávunum í áttatiárunum sang so rámandi um menning, og tað kann staðfestast, at innan tónleik og føroyskt prix er menning hend á øllum økjum. Innan tónleik, tøkni og sum heild innan professionalismu

Tónleikakappingin Prix Føroyar er annaðhvørt ár. Og síðan byrjan í 1995, er nógv hent. Finalan í ár var á einum tónleikaligum støði, ið ikki er hoyrt áður. At døma, var veruliga ein uppgáva fyri hægsta rættarvaldið, tí har mundu marginalarnir vera smáir.

Eisini var ljóðið sera væ umsitið. Menning! Og hetta hevur verið gongdin. Øll lið í prix-kervinum eru vaksin við uppgávuni, sum árini eru gingin. Eygu og oyru fáa nú góðsku í breiðastu merking. Hvørt talan so er um live-uppliving, ella út- ella sjónvarp. Norðurlandahúsið, ÚF, SvF og FUT hava sett í gongd eina gongd, ið veksur við ferð og hetta er positiv gongd. So positiv, at tað nú, uttan himpr, ber til at bjóða útlendskum gestum at døma og annars velja, hvørt her er okkurt, ið teir kunnu gera nýtslu av, til fyrimuns fyri allar partar.

Í ár hendi so eisini tað gleðiliga, at ikki bert ein vinnari var, sum so, hóast dómararnir valdu nummar eitt, tvey og trý. Tveir bólkar fingu møguleika at leika á donskum festivalum, og hesir taldust ikki alneyðugt millum vinnandi bólkarnar í dómaraatkvøðum. Úrslitið gjørdist jú eisini, at eini bólkurin, ið slap at leika í Danmark, ikki taldist millum 3 teir fremstu í dómaraatkvøðum, nevniliga Týr, ið fara á Jellingfestival. Donsku festivalumboðini tóku avgerð um, hvørjar bólkar teimum tørvaði, áðrenn endaliga úrslitið av dómaraatkvøðum varð kunngjørt.

Fremsti bólkurin, Clickhaze, fekk innbjóðing til Nibefestival, umframt at fáa høvuðsvinningin frá Mentamálastýrinum, nevniliga eina viku við upptøku í Studio 1 í Lundgaard Studio.

Innbjóðing er eisini komin úr Ólavsvík í Íslandi, um at fáa ein finalubólk til føroysku dagarnar har.

Eini 15 útlendskir eygleiðarar og dómarar luttóku hesaferð. Og samanumtikið má sigast, at fyrireikarar, saman við danska ljóðmanninum, Claus Pedersen, framdu eitt framúr avrik, eina góða og flotta produktión. Svf hevði m.a. fingið herluf Sørensen heim at produserað, hann starvast dagliga í DR, so allar góðar krefir hava verið lagdar í og eitt sindur afturat.

Og millum útlendsku gestirnar, ið ikki allir kendu til føroysk viðurskifti, hvørki so ella so, var semja um, at hetta var í allar mátar eitt virðiligt og flott tiltak, flott framleiðsla.