Fyrri Partur
Í almenna rúminum hevur menningarteoriin og tað, sum at henni er knýtt, verið nógv frammi í farna árinum.
Náttúruvísindi eru rannsakan og granskan av atferðarmynstrum í materiella og fysiska alheiminum grundað á eygleiðingar, royndir og mátingar aftur og aftur. Tað eru ótald økir innan vísindini. Innan mineraløkið: Kunningartøkni, mekanikkur, eltøkni, læknavísindi (ymisk tól). Innan organisk vísindi, kemivísindi, biologivísindi og so framvegis. Innan mekaniska, el-, eletronikk-, og kt-vísindi finnast óreingilig prógv, at tað og tað virkar samsvarandi øllum eygleiðingum, royndum og mátingum. Vit síggja tað í telduverðini, flogferðsluni, rúmdarførum, skipum o.s.fr. o.s.fr. Tá so hugt verður at lívfrøðiligu vísindunum, til dømis menningarteoriini, er tað heilt øðrvísi. Túsundtals vísindafólk siga, at tey hava prógv um, at menningarteoriin er røtt, onnur túsundtals vísindafólk siga, at eingi haldgóð prógv finnast um menningarteoriina.????Tess meira ein lesur um menningarteoriina, tess betur sæst, at vísindafólk eru sera ósamd um, hvussu úrslit skulu tulkast. Ásannast má, at eingi haldgóð prógv finnast um menningarteoriina, men bert viðtøkur, tulkingar, vit halda, vit meina, altso vit trúgva, at soleiðis og soleiðis hevur tað nú møguliga tillagað seg. Við øðrum orðum: Vóru vísindafólk samd, vóru eingi ivamál, tí prógvini funnust. Men soleiðis vísir tað seg ikki at vera.????Sonn vísindi??Fjølmiðlaheimurin hevur ofta havt at teim kristnu, at tey eru ímóti almennum vísindum. Einki er meira fjart frá veruleikanum. Kanska ongastaðni eru so nógv vælútbúgvin fólk á øllum støði sum í kristna høpinum. Í kristnum almennum høpi er øll útbúgving raðfest frammarlaga. Í Bibluni lesa vit um vísdóm Sálomons. I Orðtøkunum lesa vit næstan í øðrum hvørjum skriftstaði orð sum: vit, vísdómur, kunnskapur, klókskapur og skil. Í Dánielsbók lesa vit um Dániel og vinmenninar, Hananja, Mesael og Azarja. At tað var eingin í bábylonska ríkinum, sum kundi metast javnt við hesar fýra í: ”... alskyns vísdómi, kunnskapi, vitskapi og øllum bókmentum”. Bæði Bíblian og øll kristin stuðla av fullum huga øll sonn vísindi. Bíblian vil altíð prógva sonn vísindi. ????Átrúnaður??Sagt verður eisini, at átrúnaður ikki má blandast við vísindi, við øðrum orðum mugu ikki náttúruvísindi innan materialistiska heimin blandast við átrúnað. Ígjøgnum heystið hava fleiri sjónvarpssendingar verið at sæð um menningarteoriina t.d. í NRK. Í hvørjari sending verður hildið fram, at eingin alvitska er aftan fyri alla tilveruna. Bíblian sigur: ”Við trúgv fata vit, at heimurin varð skaptur við orði Guds ....” Í Jobs bók lesa vit: ”Ja, Gud er stórur, og vit fata Hann ikki ....” og ”hevur tú skattað dýpið í Gudi ...”? Eisini lesa vit í Jobs bók: ”Men spyr tú dýrini – tey skulu læra teg – og fuglar himmalsins – teir skulu siga tær tað – ella hygg at jørðini – hon skal læra teg – lat fiskar havsins siga tær tað! Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond HARRANS hevur skapt tað.” Mannahugsanin hevur als ongar førleikar at skilja djúp Guds, sum Job tekur til. Bíblian sigur eisini: ”Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara ...” Torført verður at koma uttan um eina hægri alvitsku.????Fyri og móti??Menningarlæran hevur túsundtals vísindamenn, sum hava skrivað bøkur og greinar, sum siga, at teir kunnu prógva, at øll tilveran ótilvitað hevur ment seg til tað, hon er í dag. Hinvegin eru tað eisini túsundtals vísindamenn (og nógvir av teimum als ikki átrúnaðarligir), sum eisini hava skrivað bøkur og greinar, sum siga, at eingi haldgóð prógv finnast viðvíkjandi menningarteoriini, men at tað bert eru teoriir, sum hava margfaldar tulkingarhættir, og tí eru eingi verulig prógv.?
Annar Partur
???Teistisk evolusjón??Teistisk evolusjón er uppfatanin, at tað letur seg gera at sameina evolusjónteoriina við skapanarsøguna í Fyrstu Mósebók. Roynt verður at sameina skapanarfrásøgnina við vísindina – við menningarteoriina. Uppfatanin er, at Gud bæði skapti og samstundis læt eitt slag av menning/evolusjón fara fram í skapanarverkinum. ??Spurningurin er: “Stuðlar Bíblian eina slíka hugsan"? Spurningurin er ikki: “Kundi Gud nýtt menning”, men heldur: “Nýtti Gud menning?” Gud kundi nýtt óteljandi hættir at framalt allar livandi verur og menniskjuna. Ein bókstavlig lesing av skapanarsøguni ger greitt, at Gud nýtti ikki menning sum eitt miðal at skapa lív á jørðini fyri at fremja endamál sítt. Tí ber ikki til at sameina bíbilska tekstin við menningarástøði.????Sama hvussu bíbilska skapanarsøgan í 1.. Mósebók 1. kap. verður tulkað – t.d. at ein dagur er eitt langt tíðarskeið, ella at dagarnir ikki eru kronologiskir – so samsvarar menningarteoriin ikki við bíbilsku skapanarfrásøgnina.????Menningarteoriin sigur, at fiskarnir komu áðrenn øll fruktberandi trø og alt plantulív.??Bíblian sigur í 1. Mós. 1,12 og 20, at alt plantulív kom tveir dagar áðrenn alt lív í sjónum.??Menningarlæran sigur, at fuglarnir stava frá skriðdýrunum. Ígjøgnum milliónir av árum eru bein og veingir vorðin til, og aftur milliónir av árum skuldu til, áðrenn fuglarnir kundu flúgva.??Bíblian sigur, at fuglarnir vórðu skaptir fimta dagin, og skriðdýrini vórðu skapt sætta dagin (1. Mós. 1,20; 25).??3. Menningarlæran sigur, at øll insekt/skriðdýr vóru langt frammanundan menniskjanum, og at tey vóru neyðug, fyri at plantuávøkstur kundi verða.??Bíblian sigur, at øll skriðdýr/insekt vórðu skapt sama dag sum menniskjan, altso sætta dagin (1. Mós. 1,24-26)??????Dagarnir eitt langt tíðarskeið ??Ein tulking er, at dagarnir eru long tíðarskeið. So at hvør dagur er eitt langt tíðarskeið, milliónir av árum, sum var neyðugt, fyri at ein menning kundi fara fram. Fjórða dagin gjørdi Gud sólina, mánan og stjørnurnar. Trupulleikin er so: Hvussu skal fjórði dagurin sameinast við fyrsta dagin, tá ið Gud skapti ljósið? Sjálvandi kundi Gud nýtt aðrar ljóskeldur. Um triði dagurin var eitt langt tíðarskeið, har Gud skapti grasið, urtir, sum góvu fræ, og frukttrø, sum skuldu bera frukt við frænum í hvørt eftir sínum slagi – hvussu leingi hevði so alt plantulív á triðja degnum kunnað livað, vaksið og borið ávøkst uttan sól, mána og stjørnur, sum ikki vórðu gjørd fyrrenn fjórða dagin? Tað tykist ómøguligt at sameina menningarlæruna við skapanarsøguna. ??????Dagarnir ikki søguligir??Ein onnur tulking í ljósinum av omanfyri nevndu trupulleikum viðvíkjandi sameiningini av skapanarfrásøgnini og menningarteoriini hava teistisku evolusjónistarnir valt at taka sær tvær tilgongdir ella tillagingar. Tann fyrra er ikki at taka eina søguliga skapanartilgongd. Tann seinna ein “topikal” (tað sum er uppi í tíðini) tilgongd viðvíkjandi døgunum í skapanarfrásøgnini.????Tann ikki søguliga tilgongdin ella tillagingin er, at skapanartilgongdin er eitt gamlatestamentis-líknilsi ella skaldskapur. Hendingarnar eru tulkaðar ikki at vera søguligar, men myndaligar. Ádam og Eva vóru ikki veruliga til. Tey umboðaðu bert mannaættina symbolskt, sum mentist frá djórastøði til at fáa andalig viðurskifti við Gud. Dagarnir hvør aftan á annan eru ein ímyndalig tala fyri at vísa sýni Guds viðvíkjandi endamálinum við menniskjanum sum einum liði í ætlan Hansara í menningarhøpinum.????Í topikalu tilgongdini ella tillagingini viðvíkjandi skapanarfrásøgnini er hon ikki avnoktað, men “dagarnir” eru ikki kronologiskir. Dagarnir eru bert eitt miðal ella amboð at vísa Guds skapanarvirksemi. At skriðdýr t.d. eru nevnd á sætta degnum, sama dag sum menniskjan varð skapt, er ikki, tí at tey vórðu skapt aftan á fuglarnar, men tí tey eru bólkað saman við øllum skapningunum á landjørðini á sætta degnum. ????Ein onnur uppfatan fyri at kunna skilja fyribrigdið “dagur” í topikalu tilgongdini ella tillagingini er, at dagarnir eru veruliga bókstaviligir dagar, sum Gud nýtti at opinbera fyri Mósesi frá allari skapanartilgongdini. Tá ið lisið verður í 2. Mós. 20,11: “Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann ...” so skal tað skiljast soleiðis, at Gud Harrin nýtti seks dagar at greiða Mósesi fra allari sínari skapanartilgongd. Til dømis nýtti Hann fyrsta dagin (sunnudagin fyrsta dag í vikuni) at greiða Mósesi frá, tá Hann “skilti ljósið frá myrkrinum”. Mánadagin, annan dagin, brúkti Gud at siga Mósesi frá, hvussu Hann: “skilti vatnið undir hvølvinum frá vatninum yvir hvølvinum ...” og so framvegis, og sjeynda dagin hvíldi Hann. Við øðrum orðum nýtti Gud eitt slags skapanarvikuskeið at siga Mósesi frá skapanarsøgu Síni. ?? ??Tað eru fleiri trupulleikar við einari ikki-bókstavligari tulking av bíbilsku skapanardøgunum. Í tekstsamanhanginum í 1. kap. í 1. Mósebók er eingin ábending um, at vit hava við nakrar aðrar bókmentir at gera enn eina ítøkiliga og søguliga frásøgn, soleiðis at hendingarnar eiga at skiljast bókstaviliga og kronologiskt.????Fyrstu kapitlarnir í 1. Mós. eru á ongan hátt nakrar hebraiskar skaldsligar frásagnir, og heldur eingin ábending er um broytingar, heldur ikki longri frammi í fyrstu kapitlunum, so vit skulu halda kapitlarnar at vera tiknar úr ella ávirkaðar av øðrum bókmentum. Ongum rithøvundi í Nýggja Testamenti kom til hugs, at fyrstu kapitlarnir í Bíbliuni vóru at meta sum líknilsir, symbolskir ella myndaligir.????Einki í fyrstu kapitlunum í Bíbliuni varð tulkað av Harranum Jesusi øðrvísi enn bókstavligar hendingar (Matt. 19,4-6, Luk. 11,50-51). Hugsanin, at tað ikki var ein bókstavlig frágreiðing, hevur onga siðvenju í læru ápostlanna og Harranum Jesusi, tá tað umræður tulkingina av fyrstu kapitlunum í Bíbliuni.????Hvørt eftir sínum slagi ??Ein annar trupulleiki, tá ið viðvíkir skapanini og menningini, eru orðini í fyrsta kapitlinum: “hvørt eftir sínum slagi” (1 Mós.1,11-12; 21; 24-25). Hugsanin, at Gud aldi fram alt lív og í øllum skapi at koma stigvíst og líðandi burturúr einum frumhøpi av organiskum molekylum, er ikki í samsvari við orðini “hvørt eftir sínum slagi”. Sjálvt um tað eru ávísir spurningar viðvíkjandi mørkunum í orðinum “slag”, so er yvirhøvur ikki nakar spurningur, at tað eru verulig mørk ímillum plantulív og djóralív í útsøgnini “hvørt eftir sínum slagi”. Hetta er í beinleiðis andsøgn við, at alt lív er ein framhaldandi tilgongd sambært menningarlæruni.??????Frumaldarhópurin ??Sambært Bíbliuni stava eingir livandi skapningar frá nøkrum frumsøguligum hópi. Tær mongu ymisku livandi verurnar kunnu ikki verða knýttir at greinunum á “evolusjóntrænum” og so hvør eftir aðra framhaldandi vaksa gjøgnum eitt millióna tíðarskeið av árum. Bíblian loyvir genetiskum broytingum innan fyri hvørt sítt “slag”. Bíblian lærir, at allir livandi skapningar á landi, í havinum og uppi í luftini vórðu grundfestir av Gudi frá byrjan, “hvørt eftir tess slagi”.????Eva verður myndað ??Bíbilska frásøgnin, tá ið Gud myndaði Evu, ger tað ógjørligt at sameina menningarteoriina við skapanarfrásøguna, og má sigast, at royndin at gera so ikki hevur stóra virðing fyri Skriftini.????Latið okkum siga, at vit avgjørdu, at bíbilska skapanarfrásøgnin ikki skal skiljast bókstavliga, og at menniskjað, sum varð myndað úr moldini í jørðini, bert var myndatala til tess at samskifta skapanarhugtakið viðvíkjandi menningarlæruni. Hvussu skulu vit so tulka tilburðin, tá ið Harrin myndaði Evu? (1. Mós. 2,18-25). Hvat er tað, sum Gud vil siga, um hetta bert er myndatala? Hvussu kunnu vit sameina bíbilsku frágreiðingina við menningarlæruna, tá ið vit lesa, at Ádam og øll dýrini vóru har, tá ið Gud myndaði Evu? Vit lesa ikki, at Eva stavaði frá dýrunum, ella at hon varð myndað úr moldini í jørðini, men at Gud myndaði Evu úr einum likamsluti, ið varð tikin úr síðu Ádams.????Gud mist okkurt burtur ??Sama um valt verður at tulka hesa hending myndaliga ella symbolska, mugu vit ásanna, at so eru nøkur orð gloppin burturímillum hjá Gudi, um veruleikin er tann, at Hann læt kvinnuna mennast sum “kvinnu” (anatopiskt) so líðandi gjøgnum evolusjónina. Um Gud royndi at samskifta við okkum, at “kvinnan” eisini varð ald ígjøgnum evolusjónina, hevði tað tá ikki verið betri, at Hann nýtti líknilsi ella skaldskapartalu?????Gamla og Nýggja Testamenti??Við ikki at nýta eina bókstavliga og kronologiska tulking av teim fyrstu kapitlunum í Bíbliuni verður teistiska menningarhugsjónin viðvíkjandi lærunum í Nýggja Testamenti ómetaliga veikar, sum júst eru grundaðar á nevndu kapitlarnar. Í Róm. 5,12-14 læra vit, at deyðin var úrslitið av synd, og at synd menniskjunnar byrjaði við Ádami. Tað vil siga, at eingin deyði var áðrenn Ádam og Evu. Øll hugsanin viðvíkjandi menningarlæruni byggir á, at tað eru milliarda andlát av veikum og illa fyrikomnum organismum, og at tað bert eru tær sterkastu og best egnaðu, sum yvirliva og vaksa. Hyggja vit burtur frá veruliga trupulleikanum, so ákæra vit Gud at nýta ein ódámligan/óhugnaligan og ónøktandi hátt at ala fram ta fyrstu menniskjuna. Bíblian lærir greitt, at menniskjan var til, áðrenn fyrsti deyðin var veruleiki..????Hin sterkasti skal yvirliva??”Theistic Evolution” hugsanin er, at umtalaði deyðin í Róm. 5. kap. bert viðvíkti menniskjanum og ikki teimum siðaarvaðu milliónunum av “lægri” dýrum, apum og menniskjalíkum verum, sum leiddu fram til menniskjuna. Henda hugsanin má sigast at vera við til at útvatna Skriftirnar rættiliga nógv. Lært verður í t.d. Róm. kap. 8,18-22, at deyði og slit eru úrslit av falli menniskjunnar. Hvussu kann Bíblian siga, at tann natúrligi heimurin móti sínum vilja varð lagdur undir fáfongd og trældóm forgeingileikans somu tíð, sum fall menniskjans fór fram, um heimurin longu hevði “tenn og kløur”, sum stríddust fyri at yvirliva? Verður lisið longri fram, so sæst, at skapningurin skal eisini verða loystur og aftur settur í frælsi. Allur heimurin, sum nú er, suffar undir trældómi forgeingiligleikans og verður aftur settur í frælsi frá trældómi og sliti og endurnýggjaður til rættlag og dýrd.????Upprunastøðan??Um ”Theistisk Evolution” hugsanin verður fylgd í tveimum teimum fyrstu kapitlunum í Bíbliuni, so fara vit sambært teirra tulking av fyrstu kapitlunum í Bíbliuni at venda aftur til upprunaligu støðuna í heiminum við yvirgangi og harðskapi fyri at yvirliva. Við øðrum orðum má menningarlæran vera ein stórbær og ynskilig hending.??Hetta kann ómøguliga vera læran í Róm. 8. kap. Læran er einfalt henda, at bæði deyði menniskjanna og djóranna byrjaði sum ein beinleiðis avleiðing av syndafallinum, ið lisið verður um í 1. Mós. 3,17 “... so skal jørðin vera bannað fyri tína skuld ...”????Menningarlæran ella Orð Guds??Sameiningin av skapanarfrágreiðingini í Bíbliuni við menningarlæruna kann í fyrsta umfari tykjast sera áhugaverd, men verður hugt nærri at, hvat fyrstu kapitlarnir læra saman við restini av Skriftini, síggja vit, at samanberingin er heilt ómøgulig. ????Eitt val??Øll standa vit onkuntíð yvir fyri týdningarmiklum avgerðum, ja, hvat skulu vit velja? At enda er so bert at siga: Hvat velur tú? Bíbliuna, Orð Guds, ella menningarteoriina? ??
??Ein partur av nýttu keldunum:??Alnótin ??Christian Evedences, Dr. David Reid??Foolish Faith, Judah Etinger??Darwins Leap of Faith, John Ankerberg & John Weldon??Darwin on Trial, John Ankerberg & John Weldon??War of The Worldviews, Gary Vaterlaus??Darwin 200 år – en fest brems, Peder A. Tyvand??Skabelse & Videnskab, Gary E. Parker??Thousunds..not Billions, Dr. Don DeYoung??Tough Questions about God, Faith, and Life, Charles Colson??In Six Days, (høvundin ónevndur)