Menninir vunnu á unglingunum

A-landsliðið-U21-landsliðið 4-0 (0-0)

Brian Kerr kundi í kvøld fyri fyrstu ferð síðani hann tók við sum landsliðsvenjari síggja føroyska fótbóltslandsliðið í dysti.

 

Hetta var í venjingardysti móti U21-liðnum, sum eisini hevur sínar fyrireikingar at hugsa um.

 

Leingi var líkt til, at ungu menninir skuldu koma betur frá dystinum. Holst hevði ein stóran møguleika, men í aðrar mátar megnaðu ungu menninir væl at standa ímóti trýstinum, og seinastu løtuna undan steðginum tóktust teir eldru hálvgum frustreraðir.

 

Eftir steðgin kom tó vend í. Í álopspartinum komu Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum og Andreas Lava Olsen inn fyri ávíkavist Christian Høgna Jacobsen, Christian Lamhauge Holst og Johan Ejvind R. Mouritsen, og hetta gjørdi mun.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki legði Andrew upp til Hjalgrím, sum skoraði. Lava-maðurin økti til 2-0 eftir horna, áðrenn hann átti uppleggið til 3-0 málið hjá Andrew. Og seint í dystinum, tá luftin tóktist vera farin úr ungu monnunum, koyrdu teir tríggir í felag eitt kontra-álop, sum endaði við, at Andrew púrasta leysur kundi økja til 4-0.

 

Byrjunaruppstillingin hjá A-landsliðnum var annars henda: Jákup Mikkelsen - Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Egil á Bø, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen - Johan Ejvind R. Mouritsen, Christian Lamhauge Holst, Christian Høgni Jacobsen.