Ummæli av Dorit Hansen
Myrki húðaliturin var avgjørt ikki tað mest fremmanda við danska fólkatingsmanninum, tá hann møtti føroyingum til kjak. Heldur var tað láturin, sum kom sum toruslottur frá niðastu kenslukømrum magans, livandi eyguni, sum loyvdu fólki at kaga inn í sálina, og tosingarlagi sum á ongan hátt var uppgjørt, men hjartaligt og erligt.
Við søgum frá bæði sínum privata og politiska lívið fortaldi hann um demokrati, integratión og vandan við samanblanding av religión og politikki.
Ein trupulleiki við integratiónini í Danmark var, samband Khader, at etniskir danskarar og tilflytararnir ikki veruliga kendu hvønn annan. Ein kanning hevði víst, at 85 prosent av dønum ikki komu saman við tilflytarum privat, og 85 prosent av tilflytarunum komu heldur ikki saman við dønum. Hetta er ein trupulleiki, tí so síggja fólk ikki hvønn annan sum verulig menniskju og trúgva teimum ringastu fordómunum um hvønn annan.
Avápnaði fordómar
Eftirfylgjandi kjakið prógvaði onkursvegna sannleikan í hesari útsøgn. Frammanundan fyrilestrinum høvdu mótmæli verið at hoyrt, hvat hesin muslimski danin billaði sær inn at koma at siga okkum, hvussu vit skulu føra politikk. Men Khader avvápnaði allar fordómar við at útlevera seg sjálvan, og hann stóð har sum eitt heilt menniskja og ikki bara sum muslimur ella dani.
Kjakið var tí bæði siðiligt og sakligt. Ein glað kona gav honum eina Bíbliu sum gávu, men annars var onki at hoyra um, hví hann ikki heldur tók sær av donskum svínaflutningi, ella um hann vildi innflyta Istedgade til Føroya. Khader hevði áðrenn kjakið við søgum um bæði mammu og pápa sín og seg sjálvan lagt dent á, at hann ikki var anti-religiøsur.
Myndin av allah-óttandi mammu hansara var so livandi, at hon tað sama kundi siti við síðuna av honum. Og frágreiðingin um, hvussu hann uppdagaði, at hann framvegis hevði trúgv, tá pápi hansara doyði, var so húðleys, at ongin ivi var um, at maðurin ongar ætlanir hevði at banna allari religión. Men mongu søgur hansara livandigjørdu eisini týðiliga vandan við politiskari religión.
Ongir politikarar
Tað vóru ikki bara miðflokkamenn, sum vóru sjónliga burturstaddir, føroysku løgtingslimirnir høvdu allir sum ein valt at halda seg burtur frá tiltakinum í Miðlahúsinum. Grundirnar til hetta kunnu hava verið so ymiskar. Kanska hava teir hildið tað vera politiskt óklókt í einum valári at vísa seg saman við einum so kendum ókristnum provokatøri. Ella møguliga vóru teir fornermaðir, um at ein danskur politikari kom til Føroyar at brúka seg.
Sambandið millum demokrati og tjóðskap kom eisini eitt sindur fram í fyrilestrinum. Khader tosaði ikki um føroyskan tjóðskap, men hann legði dent á, at integratión í danskan tjóðskap hevði týdning fyri luttøku í donskum politikki.
Sum dømi nevndi Khader, at tá hann tosaði um Danmark og danskarar, so hugsaði og tosaði hann um ‘okkum’. Hann helt ikki, tað hevði verið passandi, at hann stóð á Fólkatingsins røðarapalli og tosaði um danskarar í triðja persóni. Tað ironiska var so, at hann segði hetta í einum parti av kongaríkinum, har ein fólkatingspolitikari, sum hevði sagt “vit danskarar” frá nøkrum sum helst røðarapalli ongan møguleika hevði havt at verði afturvaldur.
Sum hjá okkum
Hóast Khader tosaði í meir enn ein tíma, so tóktust fólk ikki troytt. Hann dugdi væl at fanga áhoyrararnar, og ikki bara hansara egni látur rungaði í lítlu hølunum. Tað var ikki tí, hann gjørdi grin við føroyingum. Men søgurnar um siðbundna muslimska tilflytaraumhvørvið vóru nokk ikki so fremmandar, sum ein skuldi trúð.
Tá Khader greiddi frá um ein muslimskan býarpolitikara í Keypmannahavn, sum hevði skift flokk fleiri ferðir, men áhaldandi fekk júst líka nógvar stemmur til hvørt val, legði orðstýrarin uppí og segði, at tað sama eisini kom fyri í Føroyum. Og tá fólkatingsmaðurin flenti eftir, at hann sat í tingnevndini fyri donsku fólkakirkjuna, og at ein muslimur soleiðis hevði vald á kirkjuøkinum, mutlaði onkur, at soleiðis var tað eisini hjá okkum.
Síðsti spurningurin til gestin var, hvat hann helt um Føroyar, nú hann hevði verið her fyri fyrstu ferð. Ístaðin fyri at koma við onkrum smikrandi svari um sjarmerandi veðri og blíðu fólkini, spældi Khader erligt og opið spæl og fasthelt avbjóðingina. Paragraf 266b ikki var nokk, lógin um skrásett parlag átti eisini at verða viðtikin, og Khader skilti ikki, at eingin politiskur flokkur í Føroyum tordi at ganga á odda í hesum málinum.