Menniskju kunnu ikki gerast eldri enn 150 ár

Granskarar siga, at menniskju fara ongantíð at gerast eldri enn 150 ár, tí tað letur seg ikki gera.

Franska, Jeanne Calment, var heimsins elsta fólk, tá hon doyði í 1997, 122 ára gomul.

 

 

Hon gjørdist heimsins elsta fólk, franska Jeanne Calment. Hon doyði í 1997, 122 ára gomul. Á myndini oman fyri hátíðarheldur hon føðingardagin, áðrenn hon doyði sama ár.

 

Við hjálp av einari Iphone-app og einum hópi av medisinskum dátum frá sjálvbodnum í Stórabretlandi og USA halda granskarar seg nú vera komnar fram til, hvussu leingi fólk yvirhøvur kunnu liva.

 

Granskararnir hava skrivað eina grein um tað arbeiði, sum teir hava gjørt, og greinin varð prenað týsdagin í tíðarritinum, Nature Communications.

 

Sambært teimum kanningum, granskararnir hava gjørt, halda teir tað vera ómøguligt hjá nøkrum menniskja at gerast eldri enn 150 ár.

 

Granskararnir eru komnir eftir, at livitíðin hjá einum menniskja í fyrsta lagi byggir á tveir høvuðstættir - biologiska aldurin og mótstøðuførið. 

 

Sambært New York Post eru granskararnir komnir eftir, at mótstøðuførið í likaminum fánar burtur, tá likamið verður millum 120 og 150 ára gamalt.

 

Tað merkir, siga granskararnir, at eitt menniskja í slíkum aldri missir evnini til at koma fyri seg aftur eftir sjúku av ymiskum slag og ávirkan uttanífrá.

 

- Tá vit eldast, brúka vit meira og meira tíð til at koma fyri okkum aftur, og vit brúka minni og minni tíð til at halda okkum í einari góðari fysiskari støðu, sigur granskingarleiðarin, Timothy V. Pyrkov.

 

Professarin, Andrei Gudkov, sum starvast við Roswell Park Comprehensive Cancer Center, og sum hevur verið við í arbeiðnum við nevndu kanning, heldur, at talan er um eitt "begrepsmessigt gennembrud", sum hann tekur til.

 

Andrei Gudkov heldur, at tað er bara eitt, sum kann gera, at menniskju møguliga kunna liva longri, enn teirra gransking vísir, og tað er, um onkrar viðgerðin móti elding verða mentar.

 

Fólkin, sum hava verið við í hesum kanningum, høvdu øll eina app á sínari iPhone, sum áhaldandi hevur sent dátur til granskaratoymið, ið hevur staðið fyri kanningini.

 

 

 

Franska, Jeanne Calment, var heimsins elsta fólk, tá hon doyði í 1997, 122 ára gomul.