Fleiri enn 800 milliónir kvinnur bløða hvønn tann einasta dag, tí tær hava menstruatión. Tí tykist tað onki annað enn absurd, at tað enn av summum verður roknað tabu at tosa um menstruatióninina
Sjálvt orðið tabu er sprottið úr polinesiska orðinum tapua, ið fleiri keldur siga kann merkja bæði “heilagur” og “menstruatión”.
Í 1920unum var tað so ósømiligt at tosa um menstruatión og so flovisligt at keypa bind, at kvinnurnar í Amerika kliptu sokallaðar “silent purchase coupons” úr tíðindabløðunum. Hetta vóru lepar, sum tær kundu handa mannliga farmasevtunum ístaðin fyri at biðja um ein pakka av bind. Orðið mensturatión varð ikki brúkt í lýsingum fyri bind og tampong fyrr enn í 1985, og fyrstu ferð reyð liting varð nýtt í lýsingum var í 2010. Áðrenn varð blá veska nýtt at vísa á, hvussu bindið seyg vesku til sín.
Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um menstruatións koppin, sum er vorðin populerur seinastu árini – eisini í Føroyum. Menstruatións koppurin er tó ikki ein nýggj uppfinnig, tí hann kom á marknaðin í 1930unum í USA og varð marknaðarførdur um ta tíðina, tá tampongir av fyrstani tíð vórðu marknaðarførdar – men kvinnurnar tá hildu ikki, at menstratións koppurin var líka snildur sum tampongirnar, og hann vann ikki ordiliga frama fyrr enn fyri nøkrum árum síðani.
Tað eru ikki allar gentur og kvinnur, ið vita nakað um menstruatiónina, áðrenn tær sjálvar fáa hana. Tað verður ikki undirvíst í, hvat menstruatión er í skúlunum og verður heldur ikki tosað um tað heima. Triðja hvør genta í Suðurasia veit ikki, hvat menstruatión er, áðrenn hon sjálv fer at bløða. Í Iran handa 48 prosent av kvinnum, at menstruatiónin er ein sjúka, og ein bretsk kanning vísur á, at 44 prosent av gentum í Bretlandi ikki vita, hvat hendir í kroppinum, tá tær fáa menstruatión fyrstu ferð.
Tað eru nógvar gentir, sum ikki fara í skúla tí tær hava menstruatión. UNESCO metir, at 10. hvør genta í Afrika missir ein ella fleiri skúladagar um mánaðin, tí hon bløðir. Í summum bygdum í India gevst á leið fimta hvør genta í skúlanum, tá hon verður kynsbúgvin vegna manglandi atgongd til vesi og bind.
Í dag fáa gentur fyrr menstruatión enn tær gjørdu fyrr. Í 1800 talinum vóru kvinnurnar í miðal 17 ár fyrstu ferð tær fingu menstruatión, men í nú eru tær í miðan 13 ár. Hetta tí, at gentur í dag eru sunnari og minni sjúkar enn fyrr.
Í fjør kom fram, at ein fyritøka í Englandi implimenteraði ein politikk á økinum til frama fyri tær mongu kvinnurnar í fyritøkuni. Umboð frá fyritøkuni Coexist, søgdu við miðlar í fjør, at tað er ein fyrimunur fyri fyritøkuna at taka menstruatiónina hjá starvsfólkunum til eftirtektar. Eisini vónar fyritøkan at bróta tað tabuið sum er kring menstruatión og loyva kvinnum frí, tá tær eru illa fyri vegna menstruatión.
– Sum stjóri havi eg sæð kvinnur líða og samankropnar av pínu, tí tær hava menstruatión. Tær hava ringa samvitsku og skammast yvir, at fáa sær frí, og sita tí friðarliga og líða við skrivaraborðið, segði Bret Baxter, stjóri á Coexist, við miðilin The Independent.
– Soleiðis byrjaði tað, og við hesum vóna vit at sleppa av tí hetta stóra tabuið, legði hann afturat.