Lærararnir eru ikki nøgdir við ætlanirnar um at gera Sernám til part av Námi.
Við bygnaðarbroytingunum í Mentamálaráðnum verður Sernám flutt, annaðhvørt at verða síðusett Námi ella at vera partur av Námi. Tað kemur ikki nóg greitt fram, hvussu sambandið millum stovnarnar verður, og hví teir skulu knýtast saman, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags við Skúlablaðið.
Uppgávan hjá Sernámi er breið við kanningum og útgreiningum av børnum, og tí er hon serstøk.
- Vit duga ikki rættiliga at skilja, hví Sernám og Nám verða knýtt at hvørjum øðrum, tí stovnarnir báðir eru heilt hvør sítt. Tað, ið lærarar fyrst av øllum vilja, er, at Sernám kemur tættari skúlunum; flytingin fer neyvan at broyta nakað í so máta, sigur hann.
Sernám umsitur stuðulsskipanina til næmingar við serligum tørvi. Sambært formanni Føroya Lærarafelags hugsar Mentamálaráðið í nógv størri mun um fíggjarligu karmarnar heldur enn um veruliga tørvin.
- Sum er hava skúlaleiðslur og lærarar ikki verið nøgdir við Sernám, serliga tí bíðitíðin eftir serkønari hjálp er long, og tí næmingar, sum hava serligan tørv, fáa alt ov fáar tímar samanborið við, hvat teimum tørvar, sigur hann.
- Skúlaleiðslurnar hava avmarkaða ávirkan á, hvussu stuðulstørv verða sett, tí í síðsta enda eru tað Sernám og Mentamálaráðið, sum tilluta lærara- ella námsfrøðiligar tímar. Og tað sampakkar ikki altíð við metingina hjá skúlanum av tørvinum, sigur hann.
Herálvur Jacobsen heldur, at Mentamálaráðið gevur námsfrøðiligar tímar heldur enn lærarastuðulstímar, tí at námsfrøðingar eru bíligari enn lærarar.
- Samstundis eru serliga lønarviðurskiftini hjá námsfrøðiligu stuðlunum so vánalig, at tað er ein avbjóðing at fáa námsfrøðingar at støðast, og ofta verða størvini sett við fólki uttan viðkomandi útbúgving, sigur Herálvur Jacobsen.