Mentanarimperialisma og danskur tramanskapur

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
-----
Sambandsmaðurin á Fólkatingi er so nasvísur at arbeiða fyri, at Ríkisfelagsskapurin skal gera tað høgligari fíggjarliga hjá lista- og mentafólkum í Føroyum at arbeiða - tann reina mentanarimperialisma og danskur tramanskapur!


Seinastu dagarnir hava verið áhugaverdir.

Sjáldan hava summi gjørt sær so góðan ómak at vera so firtin.

Vørpini hava flutt gleps út í loftrúmið.

Heimasíður og bloggur kóka av illsinni.

Á Facebook er vreiðin - og tað, sum verri er - øðilig.

Við knappaborðini sita tey og blása sínar reyðu kjálkar upp og fýsa firtnar boðskapir úr sær.

Á havnarskrivstovuni í Runavík hevur man, sum ikki einaferð, mist tamarhaldið á sær sjálvum.

Sjálvt av føroysku sendistovuni í Brússell koma litfagrar elektroniskar heilsanir, helst fyri almennar pengar.

Ikki eiti á.

Mentanarimperialisma og tramanskapur!
Hví eru tey so firtin?

Jú, tann stóra miseran er, at sambandsmaðurin á Fólkatingi er nasvísur.

Hann er so næsadjarvur at arbeiða fyri, at Ríkisfelagsskapurin skal gera tað høgligari fíggjarliga hjá lista- og mentafólkum í Føroyum at arbeiða.

Hvat man hann billa sær inn?

Skal DANMARK nú fíggja OKKARA list og mentan?

DANSKIR pengar?

Her er heilt galið. Tað reina fordærv.

OKKARA mentan varð yvirtikin eftir fólkaatkvøðuna í 1946!

Hetta fær ikki verið annað enn DONSK mentanarimperialisma.

DANSKUR tramanskapur!

Ovast uppi á barrikadunum síggjast teir mest reyðgløðandi nationalistarnir.

Tey fáu, sum rópa harðast um heita luft og spinn, ganga fyri at vera listafólk, leys av politiskum áhugamálum.

Sannleikin man vera, at tey nú eru rakt innast í sína partapolitisku hjartakúlu.

Hvat snýr málið seg um?
Lat okkum skera ígjøgnum larmin og illsinnið.

Hetta snýr seg í heilt stuttum um, at mentanarnevndin í Fólkatinginum ynskir, at tað
skal gerast lættari hjá listafólkum í Ríkisfelagsskapinum, og harvið eisini í Føroyum, at søkja mentanarpengar til sítt virksemi.

Øll vita, at tað er fíggjarliga tungt at arbeiða innan mentanarøkið, ið hevur so stóran týdning fyri okkum øll.

Í Fólkatinginum er málið ikki nýtt.

Tvørtur um valskeið og skiftandi politiskar samansetingar er tosað um, at vit í Fólkatinginum eiga at sláa eitt felags slag fyri mentan og list í Ríkisfelagsskapinum - í breiðari merking.

Sum umboð fyri Sambandsflokkin hevur undirritaði - sjálvandi - arbeitt fyri sakini og havt hana á máli við leik og lærd, lista- og mentafólk, tinglimir og ráðharrar.

Spakuliga hevur málið búnast, og tað hevur verið positivt.

Filmsgrunnurin hjá Sjúrði
Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum hevur eisini sitið undir orðinum.

Eitt nú hava vit báðir, í sátt og semju, verið á fundi við fyrrverandi danska mentamálaráðharran, Uffe Elbæk, og har vórðu búnaðu tankarnir havdir á lofti.

Brádliga, tann 24. januar í ár, kemur eitt solo-útspæl frá sosialdemokratinum, Flemming Møller Mortensen, formanni í Fólkatingsins mentanarnevnd. Hann er partamaður hjá Sjúrði Skaale.

Hann vildi brádliga hava ein grunn stovnaðan, "Det Danske Riges Kulturfond", sum skuldi veita films- og sjónleikaverkætlanum fíggjarligan stuðul.

Í danska Javnaðarflokkinum er tað Sjúrður Skaale, sum stýrir føroyapolitikkinum, so hetta var eitt útspæl frá Sjúrði sjálvum.

Í sjálvum sær er útspælið positivt og hevur eitt gott endamáli.

Men útspælið við einum grunni er ov avmarkandi og fastlæsandi. Tað tekur bert atlit til film og sjónleik. Við Sjúrðasa modelli sleppa aðrar listagreinar ikki upp í part.

Leisturin er eisini merktur av, at man vil forða fyri, at latið verður upp fyri teimum stóru fíggingarkeldunum í Ríkisfelagsskapinum.

Bæði Flemming Møller Mortensen og Sjúrður Skaale fjala seg aftan fyri, at mentan er eitt yvirtikið málsøki, og at breitt samstarv tí ikki ber til.

Hetta fýrakantaða og formalistiska argumentið kann sjálvandi ikki brúkast.

Breiða semjan í mentanarnevndini
Sambandsflokkurin á Christiansborg og Vinstriflokkurin vilja nakað annað.

Okkara politikkur er ein breið konstruktión, ið rúmar øllum listagreinum og sum meira frítt gevur listafólkum atgongd til fígging. Ongar forhondstreytir, ongin fastlæsing og ongin formalisma.

Filosofiin er, at vit generalt lata upp fyri fígging - uttan at stovna enn ein avmarkaðan grunn í familju við grunnin Nuuk - Reykjavík - Tórshavn.

Undirtøka er ikki fyri filmsgrunninum hjá Sjúrði.

Í staðin er semja - eitt breitt "forlig" - gjørd í mentanarnevndini, ið letur upp í hendurnar á danska mentanarráðharranum og landsstýrismonnunum í mentamálum í Føroyum og Grønlandi at finna leistin.

Føroyavinurin og fólkatingsmaðurin, Eyvind Vesselbo, limur í mentanarnevndini, og sum vegna Vinstra hevur gjørt semjuna, váttar alment, at so er.

Í tíðindaskrivi skrivar hann eisini:

"Jeg har noteret mig, at MF Flemming Møller Mortensen (S), formand for kulturudvalget, i færøsk presse har udtalt sig om en bestemt konstruktion med en fond, hvor der skal være fælles finansiering til stede. Ud fra forliget om kunststøtten er der ikke belæg for denne udlægning af teksten".

Við øðrum orðum: konstruktiónin við einum grunni, ið Sjúrður Skaale framvegis trúttar niður í miðlar og fólk, er IKKI partur av semjuni í mentanarnevnd Fólkatingsins.

Hetta er rætti samanhangurin.

Spell at Útvarpið hjá Kringvarpinum, ið hevur gjørt innsløg um málið, ikki vil lýsa allan samanheingin.

Lurtarar og kringvarpsgjaldarar hava betri uppiborið.

Nú fáa vit so at síggja, hvat ið danski ministarin og landsstýrismenninir koma fram til.

Útvikla - ikki avvikla
Firtnastu listafólkini og fornermaðir misskiltir nationalistar dyrka, sum vera man, eina konspiratiónsteori.

Tey seta líkheitstekin millum eina minkandi játtan til føroyska mentanargrunnin og so hetta, at vit eru fleiri, sum arbeiða fyri betri fíggingarmøguleikum í Ríkisfelagsskapinum.

Hetta vil eg staðiliga afturvísa.

Málið í Fólkatingsins mentanarnevnd hevur absolut onki við prioriteringar á føroysku fíggjarlógini at gera.

Undirritaði er ikki limur í Løgtinginum og hevur sum slíkur heldur ikki lut í mentanarpolitikkinum hjá landsstýrinum.

Mín uppgáva er og verður at arbeiða í Fólkatinginum fyri føroyingum og Føroyum.

Sum sambandsmaður er mítt mál at fjøltátta og útvikla Ríkiafelagsskapin til fyrimuns fyri okkum øll.

Føroyar skulu hava tað besta burturúr, og tað skal vera gott og spennandi at búgva her.

Tað er ein erlig sak, at onnur vilja avvikla Ríkisfelagsskapin, avmarka samstarvið, frysta og burturbeina Ríkisveitingina og síðani loysa frá Ríkinum.

Tað er bara ikki mín politikkur.