Mentanarnáttin: Tiltøk um alla Havnina

Í kvøld er Mentanarnátt í Havn og býurin verður merktur av tónleikaframførslum, listaframsýningum, gongutúrum umframt at høvi verður at vitja ymsar urtagarðar í Havn Tað ber til at sleppa inn í urtagarðin hjá ríkisumboðnum fríggjadagin millum klokkan 17.00 og 22.00. Klokkan 20.30 fer harmoniorkestrið GHM at spæla í urtagarðinum.

Ein annar urtagarður, sum verður opin fyri almenninginum hendan dagin, er Bojsensgarður, sum er urtagarðurin aftan fyri H.N.Jacobsen bókahandil. Har er opið frá klokkan 09.00 til kokkan 23.00. Klokkan 22.00 fer Tórshavnar Ungdómshornorkestur at spæla í Bojsensgarði.

Eitt annað av mongu spennandi tilboðunum á Mentanarnáttini er rundvísing í gomlu húsunum í Tinganesi. Hesar rundvísingar eru ávikavist klokkan 20.00, klokkan 21.00 og klokkan 22.00. Til hesar túrar er avmarkað atgongd.

Umframt hesi nevndu tilboð er ein rúgva av øðrum ógvuliga spennandi túrum, framsýningum, konsertum og øðrum.