Mentanarnáttin verður í heyst

Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at Mentanarnáttin, sum man vera eitt av størstu tiltøkunum í Havn, verður útsett til 11. september í ár.

Mentanarnáttin plagar at verða hildin fyrsta fríggjadag í juni, men við núverandi støðu viðvíkjandi koronasmittuni ber ikki til at halda tílíkt tiltak, har fleiri túsund fólk savnast í býnum. Tí er avgerð tikin um at flyta mentanarnáttina.

Enn er trupult at siga, um korona eisini ávirkar, at Mentanarnáttin kann verða í september, sigur Tórshavnar kommuna, sum kortini vónar, at hetta fer at bera til.

– Í 19 ár hevur Mentanarnáttin ment seg til eitt av størstu einstøku tiltøkunum í Tórshavn. Tiltakið er vaksið í vavi og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskyns tiltøkum.

– Hetta er kvøldið, tá ið veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini , sigur Tórshavnar kommuna.