Merkel kann ávirka fólkatingsvalið

Tann 28. apríl kemur Angela Merkel, týski kanslarin, á almenna vitjan hjá Helle Thorning-Schimdt, forsætisráðharra í Danmark.

Tann 28. apríl kemur Angela Merkel, týski kanslarin, á almenna vitjan hjá Helle Thorning-Schimdt, forsætisráðharra í Danmark.

 

Tað er ein vitjan, ið kann fáa ávirkan á komandi fólkatingsvalið í Danmark. Bíðað verður í spenningi eftir, at Helle Thorning-Schimdt fer at trýsta á valknøttin. Hon fer at boða frá tí á tíðindafundi, sum forsætisráðharrin vanliga heldur í forsætismálaráðnum týsdag.

 

Av tí at Angela Merkel kemur á vitjan í Danmark týsdagin 28. apríl, verður tað ikki tann týsdagin, at Helle Thorning-Schmidt trýstir á knøttin. Í fysta lagi verður tað gjørt týsdagin 5. mai. Og verður tað tann dagin, so verður fólkatingsvalið tríggjar vikur seinni, 26. mai.

 

Hans Engell, politiskur eygleiðari í Danmark segði við in.fo herfyri, at valið verður seinast í mai ella fyrst í juni. Og tað heldur hann fast við.

 

– Politiskt er tað við at gerast spennandi – valið verður fyri summarfríðina. Eg haldi framvegis upp á 9. juni sum valdagin, men tað kann eisini koma fyrr, sigur Hans Engell.

 

– Tingini flyta seg spakuliga móti stjórnini, og valstríðið koyrir í veruleikanum við fullari ferð. Nú vantar bara, at Helle trýstir á knøttin, sigur Hans Engell.

 

Til stuttleikar kunnu vit nevna, at 26. mai eisini er føðingardagurin hjá Fríðriki krúnprinsi, sum fyllir 47 ár tann dagin. Hetta er eisini dagurin, sum Fólkaflokkurin og Tjóðveldi í 2001 høvdu ætlað at havt fólkaatkvøðu í Føroyum um fullveldi – fólkaatkvøðan, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður, avlýsti.