Á myndini síggjast tey øll saman við stjóranum, Rodmundi Nielsen.
Bjørghild Magnusson (til vinstru), ið er leiðari á deildini í Klaksvík, hevur starvast 15 ár í Borg.
Kristian Andriasson (næst frá vinstru), ið hevur ábyrgdina av útkoyringini og goymsluni í Tórshavn undir hond, hevur starvast 15 ár í Borg.
Preben Andersen (næst frá høgru), ið heldur skil á dynamittsøluni og goymsluni, hevur starvast 40 ár í Borg.
– Vit ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku við degnum og takka fyri góða og drúgva tænastu, skriar P/F Borg í tíðindaskrivi.